info
Ongi úrslit

Pætur aftur tvífaldur málskjútti

EB/Streymur megnaði ikki at gera nakað við HB, sum við Margáir vann trivaligan sigur

Jóannes Hansen
14. august 2022 kl. 16:56

HB hevur av álvara fingið um endan. Í dag vann HB 4-1 á útivølliimóti EB/Streymi, sum fyrr í ár var um reppið at vinna í Gundadali, tá ið EB/Streymur var frammanfyri 2-0, inntil tað restaði eitt korter. Tað endaði 2-2.

Tað var neyðugt at leggja góða løtu aftrat fyrra hálvleiki, og tað var í tíðini, sum dómarin hevði lagt aftrat, at HB skoraði bæði til 1-0 og 2-0.

Í tí fyrra førinum var tað Daniel Johansen, sum umsetti brotsspark til 1-0, og so var tað Adrian Justinussen, sum við beinleiðis frísparki skoraði fyri fimtu ferð í ár.

At fáa tvey mál ímóti sær lítlu løtuna undan steðginum var øgiligur smeitur hjá EB/Streymi, og ilt varð verri, tá ið Pætur J. Petersen 10 minuttir eftir steðgin økti um munin til 3-0. Dan í Soylu átti uppleggið.

EB/Streymur vísti góðan hugburð, og tað kendist sum um, at møguleiki var at fáa um endan, tá ið innskifti Elias El Moustage minkaði um munin til 3-1 eftir uppspæl í høgru og sending frá innskifta Jákupi Hummeland. Hetta var í 67. minutti, og heimaliðið royndi at pressa um munin fyri at fáa enn meiri spenning í.

Eitt korter undan leikloki hvarv allur spenningur, tá ið Pætur J. Petersen fekk fatur á bóltinum, tá ið verjan royndi seg við afturlegging og so var 4-1 og ballið buðið. Nú hevur Pætur J. Petersen skorað sjey mál í landskappingini. Fyri smáum tveimum vikum síðani skoraði Pætur J. Petersen bæði málini, tá ið HB vann 2-1 á heimavølli ímóti Víkingi, og aftur í dag skoraði hann tvey mál.

HB er á triðja plássi við 37 stigum, og EB/Streymur er á fimta plássi við 24 stigum.

Næsti dystur hjá HB verður næsta sunnudag á heimavølli ímóti Skála.

Næsti dystur hjá EB/Streymi verður næsta sunnudag á heimavølli ímóti B36.  

-

EB/Streymur – HB 1-4 (0-2)

0-1: Daniel Johansen br 45.+3.

0-2: Adrian Justinussen 45.+6.

0-3: Pætur J. Petersen 56.

1-3: Elias El Moustage 67.

1-4: Pætur J. Petersen 75.

Dómari: Kári J. á Høvdanum

Mest lisið hesa vikuna

Bilførarin: Ræðulig sjón at síggja bilin fara á rull

2. oktober kl. 09:36

Lýsandi bilur á Sandsvatni í kvøld

30. september kl. 23:37

Eg taki ábyrgd – men hvar hevur borgarstjórin verið?

29. september kl. 14:18

Løgmaður hevur sett Bárð á Steig Nielsen upp á pláss

3. oktober kl. 19:18

Nýggi terminalurin hjá Smyril Line

29. september kl. 14:10

Bilurin ringdi sjálvur eftir hjálp

3. oktober kl. 11:05

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Dýri biði­dagur skal aft­ur verða halgi­dagur í Danmark

47 minuttir síðan
Tíðindi

Nýggj barnabókavirðisløn: Barnabókavirðisløn Føroya Lærarafelags

1 tími síðan
Tíðindi

Kongur tók ímóti løgmanni á Amalienborg í dag

1 tími síðan
Tíðindi

Nýtt staklag frá Holgari

1 tími síðan
Tíðindi

Læknafelagið róp­ar var­skó – lands­stýrið vend­ir egn­ari serlækna­ætlan bakið

2 tímar síðan
Tíðindi

Lýsa eftir varastjóra av nýggjum

2 tímar síðan
Tíðindi

Algur beindu fyri 1000 tonsum av laksi hjá Grieg Seafood

3 tímar síðan
Tíðindi

Tveir menn eru avrættaðir í Iran í dag

4 tímar síðan
Tíðindi

Karoline Leavitt fer at starvast fyri Fox News

5 tímar síðan
Tíðindi

Búskapur og trivnaður hanga saman

5 tímar síðan
Tíðindi

Venstre hongur fast undir seks prosentum

5 tímar síðan
Tíðindi

12 amerikansk bumbuflogfør farin úr Bretlandi

6 tímar síðan