info
Ongi úrslit

Stefan við B36 í Europa

TB toppskjúttin fer nú saman við nýggju liðfeløgunum í B36 at fyrireika seg at spæla í Europa

Jóannes Hansen
30. juni 2019 kl. 10:59
Tað hevur ljóðað í eina tíð, og nú er tað púra vist. TB toppskjúttin Stefan Radosavljevic flytur nú norður til Havnar og B36. Í gjár var hann fyri síðstu ferð – í hesum umfarinum – á TB liðnum, sum tapti 3-1 á útivølli ímóti Víkingi. Góðar keldur í B36 vita at siga, at tað longu í dag ella í morgin verður kunngjørt, at Stefan Radosavljevic nú verður B36  spælari. Hann er á listanum við B36 spælarum, sum skulu spæla í Europa League. Fyrsti dysturin verður í Norðurírlandi ímóti Crusaders FC týsdagin 3. juli. Talan er í fyrsta umfari um sáttmála, sum bindur Stefan Radosavljevic og B36 at hvørjum øðrum í hálvtannað ár. Í TB hevur Stefan verið sjálvskrivaður millum teir fyrstu ellivu. Í B36 skal hann kappast við Michal Przybylski og Brian Jakobsen um fremsta plássið. Brian var sjálvskrivaður nógvu tær fyrstu ferðirnar. Næstsíðsta sunnudag spældi hann bara fyrra hálvleik, tá ið B36 vann 1-0 á útivølli ímóti TB, og síðsta sunnudag loysti hann Lukasz Cieslewicz av seks minuttir undan leikloki, tá ið tað ímóti NSÍ í Gundadali endaði 1-1. Tá var Michal Przybylski fremsti maður. 18 ára gamli Stefan Radosavljevic var í 2017 og 2018 fastur maður á samanlagda liðnum hjá Suðringum, og higartil í ár hevur hann verið millum stuðulsspælararnar hjá TB. Hann hevur hann skorað sjey mál – seks í landskappingini og eitt í steypakappingini.

Mest lisið hesa vikuna

Maður doyði í arbeiðsvanlukku í Vági

15. oktober kl. 07:54

Løgreglan ávar­ar: Hald­ið tykk­um inn­an­dura í Hval­vík og Streymnesi

14. oktober kl. 20:57

Hjólini eru farin út av vegkantinum

15. oktober kl. 14:22

Video: Filmur av illveðrinum í dag

14. oktober kl. 20:25

Beinir og Helena í før­oysk­um klæð­um til galla hjá kongi

Í gjár kl. 21:59

Flogruta steðg­að: Hotell í Grøn­landi stongt og øll starvs­fólk upp­søgd

Í gjár kl. 21:45

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Mótrokningin í fólkapensjónini broytt – hjá hvørjum?

9 minuttir síðan
Tíðindi

Fólkaflokkurin nærkast 30 prosentum

12 minuttir síðan
Tíðindi

Petur Dagfinn í føstum starvi hjá Faroe Ship í 40 ár

1 tími síðan
Tíðindi

Álvarsamar skuldsetingar móti Klaksvíkar kommunu

1 tími síðan
Tíðindi

Vil kanna ferðastuðul til lesandi og lærlingar

2 tímar síðan
Tíðindi

Útvið 9 av 10 kvinn­um taka av til­boð­ um bróst­krabba­skreen­ing

2 tímar síðan
Tíðindi

Bókaútgáva og útgávutiltak: Vitan og stríð og stríð um vitan eftir Tráin Nónklett

3 tímar síðan
Tíðindi

Witkoff rósar Putin: – Tú ert ein humanistur

3 tímar síðan
Fótbóltur

Birna var best í september

3 tímar síðan
Lesarabrøv

Svar til Bjarna K. Petersen: Javning av skattastiganum er ikki ein skattahækking, men ein lækking

4 tímar síðan
Tíðindi

Sámal Petur vil hava Eyðdis at skjalprógva svar

4 tímar síðan
Tíðindi

Mjørki í dølunum og kavi á fjøllunum

5 tímar síðan