info
Ongi úrslit

Tað gekk akkurát hjá oddaliðnum

AB málverjin legði heimaliðið fram um undan nógva vindinum, men EB/Streymur svaraði aftur

info
Jóannes Hansen
10. september 2016 kl. 18:11
Tað vakti ans, tá ið teir næstbestu hjá AB 20. apríl megnaðu 1-1 á heimavølli ímóti favorittunum í EB/Streymi. Tá hildu teir í Sundalagnum, at dysturin átti ikki at havt verið spældur, tí líkindini vóru so vánalig. Í dag var EB/Streymur aftur á Argjum, og aftur í dag vóru líkindini so sum so. Tað var strúkur í vindi. Heimaliðið hevði vindin undan í fyrra hálvleiki, og AB legði seg frmaum 1-0 og 2-0. Í fyrra førinum var tað AB málverjin Jákup Højgaard, sum gyppaði langt og høgt. Bólturin brast í vøllin og sigldi so omanfyri EB/Streyma málverjan Jákup Andrias Hansen og í málið. Kári Skála økti til 2-0 við fínum langskoti undan vindinum, men EB/Streymur fekk um endan dygst undan steðginum, tá ið Ragnar B. Danielsen umsetti brotsspark til mál. Eftir steðgin hevði EB/Streymur vindin undan, og tá var tað toppskjúttin í næstbestu deildini, veteranurin Leif Niclsen, sum tvær ferðir rann frá heimaverjuni og javnaði til 2-2 og skoraði 3-2 sigursmálið, ið ber við sær, at EB/Streymur styrkti um sína støðu sum topplið. AB er aftast við ellivu stigum og úrslitið í dag ber við sær, at tað nú er staðfest, at AB flytur niður.

Mest lisið hesa vikuna

Thorvald: - Havi ongantíð áður hoyrt um so tungan veðr

12. oktober kl. 00:01

Maður doyði í arbeiðsvanlukku í Vági

15. oktober kl. 07:54

Vembur og av­roð slongd eft­ir Argja­vegnum

11. oktober kl. 21:48

Fuglafjørður avbyrgdur av stórari skriðu

14. oktober kl. 12:06

Løgreglan ávar­ar: Hald­ið tykk­um inn­an­dura í Hval­vík og Streymnesi

14. oktober kl. 20:57

Fjós fokið á hús á Skála – stórur skaði

14. oktober kl. 17:53

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Geza var besti leikarin í heimatapi hjá Grimsby Town

3 minuttir síðan
Hondbóltur

SMS: Stjørnan koppaði oddaliðnum í KÍ-høllini

28 minuttir síðan
Tíðindi

Kensluborið at siga farvæl eftir hálva øld

53 minuttir síðan
Hondbóltur

Triðja tapið á rað hjá TTH Holstebro

1 tími síðan
Tíðindi

Greinari: Trump hevur valt at stuðla Putin

1 tími síðan
Tíðindi

Russisk álop tóku streymin frá meira enn einari millión fólkum

2 tímar síðan
Fótbóltur

VIDEO: Vejle vann á útivølli í Aalborg

2 tímar síðan
Fótbóltur

Teitur er aftur í HB málinum

2 tímar síðan
Tíðindi

Vil seta inntøkumark í fiskavirkisskipanini

2 tímar síðan
Tíðindi

Pávin út­skriv­að­ur eft­ir skurð­við­gerð fyri lungna­krabba

2 tímar síðan
Hondbóltur

Maria vann á Rakul í bestu donsku hondbóltsdeildini

3 tímar síðan
Tíðindi

Grønt skógarbelti verjir stórt vatngoymsluøki

3 tímar síðan