info
Ongi úrslit

Tvey eftirnøvn sum skilja seg burturúr

U17: Radosavljevic og El Moustage eru tvey eftirnøvn, sum stinga burturúr á føroyska liðnum

info
Tróndur Arge
2. mai 2017 kl. 21:15
Millum teir tjúgu spælararnar, ið eru við U17 landsliðnum til EM í Kroatia, eru Stefan Radosavljevic og Elias Gilstón El Moustage. Teir hava røtur úr avikavist Serbia og Marokko. Báðir hava ein dreym um at blíva yrkisspælarar. Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra samrøðuna Stefan Radosavljevic spælir í dag við TB/FCS/Royn. Hann er sonur Aleksandar Radosavljevic, vanliga nevndur Sasha, ið millum annað umboðaði TB, Royn og GÍ í síni fótbóltsárum. Um aldarskiftið royndi hann seg í Korea, men tað eydnaðis ikki heilt. Hann kom aftur til Føroya, nú við einum nýføddum soni. -Eg var tríggjar mánaðar gamal, tá vit fluttu aftur til Føroya og eg havi búð her síðani. Eg havi aldrin havt ein betri kenslu, enn tá dómarin bríkslaði av í dystinum móti Slovakia og vit komu til EM, sigur Stefan Radosavljevic. Hann hevur ein dreym um at blíva yrkisfótbóltsspælari og er til reiðar, at fara eftir dreyminum. -Eg havi alt tað eg kann minnast vilja verið fótbóltsspælari. Her eru umboðsmenn og hyggja eftir mær, so nú skal eg bara prógva at eg eri nóg góður. Eg eri til reiðar at fara, sigur framrættaði miðvallarin, sum eisini kann spæla í álopinum. El Moustage er úr Marokko Tey flestu mundu undrast á eftirnavnið hjá Eliasi Gilstón El Moustage, sum ikki er so vanligt millum føroyingar. Hann var ein brandur á miðvøllinum, tá U17 landsliðið vann sær plássið í EM endaspælinum. -Pápi mín er úr Marokko, meðan mamma er úr Føroyum. Eg havi búð á Suðuroynni í fýra ár, men búgvi nú í Danmark, har eg spælið við AaB. Málið er at mennast og við tíðini koma at spæla í Superliguni, greiðir fryntligi Elias El Moustage frá. Í ljóðbrotinum ber eisini til at hoyra Stefan Radosavljevic og Elias Gilstón El Moustage seta orð á kensluna at koma til EM, skemtiliga útlevera onkrar av liðfeløgunum og tosa um stórar dreymar í fótbóltsheiminum. Fyrsti dysturin í EM endaspælinum verður í morgin klokkan 11. Rás2 sigur beinleiðis frá dystinum.

Mest lisið hesa vikuna

Maður doyði í arbeiðsvanlukku í Vági

15. oktober kl. 07:54

Løgreglan ávar­ar: Hald­ið tykk­um inn­an­dura í Hval­vík og Streymnesi

14. oktober kl. 20:57

Hjólini eru farin út av vegkantinum

15. oktober kl. 14:22

Video: Filmur av illveðrinum í dag

14. oktober kl. 20:25

Beinir og Helena í før­oysk­um klæð­um til galla hjá kongi

Í gjár kl. 21:59

Flogruta steðg­að: Hotell í Grøn­landi stongt og øll starvs­fólk upp­søgd

Í gjár kl. 21:45

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Mótrokningin í fólkapensjónini broytt – hjá hvørjum?

10 minuttir síðan
Tíðindi

Fólkaflokkurin nærkast 30 prosentum

13 minuttir síðan
Tíðindi

Petur Dagfinn í føstum starvi hjá Faroe Ship í 40 ár

1 tími síðan
Tíðindi

Álvarsamar skuldsetingar móti Klaksvíkar kommunu

1 tími síðan
Tíðindi

Vil kanna ferðastuðul til lesandi og lærlingar

2 tímar síðan
Tíðindi

Útvið 9 av 10 kvinn­um taka av til­boð­ um bróst­krabba­skreen­ing

2 tímar síðan
Tíðindi

Bókaútgáva og útgávutiltak: Vitan og stríð og stríð um vitan eftir Tráin Nónklett

3 tímar síðan
Tíðindi

Witkoff rósar Putin: – Tú ert ein humanistur

3 tímar síðan
Fótbóltur

Birna var best í september

3 tímar síðan
Lesarabrøv

Svar til Bjarna K. Petersen: Javning av skattastiganum er ikki ein skattahækking, men ein lækking

4 tímar síðan
Tíðindi

Sámal Petur vil hava Eyðdis at skjalprógva svar

5 tímar síðan
Tíðindi

Mjørki í dølunum og kavi á fjøllunum

5 tímar síðan