info
Ongi úrslit

Vit geva vinnuni áræði

Beinir Johannesen, valevni fyri Fólkaflokkin
3. desember 2022 kl. 17:05

Fólkaflokkurin vil rudda slóð fyri øllum føroyskum vinnulívi. Frá kioskini á Trøllanesi til alirisan á Glyvrum. Tað gerst eitt nú við einføldum reglum, kappingarførum avgjøldum og skattum, sum skapa tryggar og mennandi karmar.

 

Tað er føroyskt vinnulív, sum seinastu 50 árini hevur drigið føroyska samfelagið fram til at teljast millum heimsins ríkastu samfeløg. Við áræði og vilja hevur føroyskt vinnulív gagnnýtt tilfeingið, hugflog og viljan hjá okkum sum her búgva, til at vinna okkum alsamt vaksandi inntøkur og vælferð.

 

Sum samfelag mugu vit stuðla uppundir áræði og hugin hjá hvørji einastu føroyskari fyritøku. Týdningurin er tann sami, um talan er um eina lítla fyritøku, sum ber eina lítla familju uppi ella um fleiri hundrað ella túsund familjur eru tengdar at virkseminum. Áræði, ágrytni og ábyrgd skapa okkara samfelag.

 

Kappingarføri og hugurin at vinna pengar tryggjar effektivitetin og úrslitini. Og tí mugu vit rudda slóð fyri privata vinnulívinum og minka um almennu skeiklandi kappingina. Tað merkir, at vit eitt nú skulu: 

 

  • Tryggja at privatar fyritøkur og sjálvstøðug vinnurekandi fáa lættari atgongd at bjóða uppá almenn arbeiði og alment virksemi.
  • Vit mugu tryggja, at avgjøld og skattur á vinnulív okkara altíð hava framhaldandi kappingarføri og evnini til endurnýggjan sum mál. Kringvarpsgjald til fyritøkur skal avtakast.
  • Vit skulu einskilja almennar fyritøkur, sum eru í beinleiðis kapping við privata vinnulívið. Til gagns fyri brúkaran.
  • Almenn umsiting og stovnar skulu ganga undan innan nýtslu og menning av føroyskum vinnnum.

 

Fólkaflokkurin vil arbeiða fyri einari nútímans og altjóða kappingarførari føroyskari vinnu, sum fær frælsi og ábyrgd støðugt at menna seg til broytingarnar á marknaðinum. Serliga í hesum tíðum.

 

Eitt sterkt, dugnaligt og mennandi vinnulív er bulurin undir føroyska samfelagnum.

 

Beinir Johannesen

formaður í Fólkaflokkinum

Mest lisið hesa vikuna

Bilførarin: Ræðulig sjón at síggja bilin fara á rull

2. oktober kl. 09:36

Lýsandi bilur á Sandsvatni í kvøld

30. september kl. 23:37

Eg taki ábyrgd – men hvar hevur borgarstjórin verið?

29. september kl. 14:18

Løgmaður hevur sett Bárð á Steig Nielsen upp á pláss

3. oktober kl. 19:18

Nýggi terminalurin hjá Smyril Line

29. september kl. 14:10

Bilurin ringdi sjálvur eftir hjálp

3. oktober kl. 11:05

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Bárður á Lakjuni fer at framføra í Strandamáling

30 minuttir síðan
Tíðindi

34 ár síðani svarta oktober

52 minuttir síðan
Tíðindi

Meiriluti er fyri at beina burtur forboðið móti kjarnorku í Litava

56 minuttir síðan
Tíðindi

Stór konsert í Vestmanna

1 tími síðan
Tíðindi

Starvsdagar á Brandstøðini í Havn

1 tími síðan
Tíðindi

Einki endur­gjalds­krav um Steno-bygning­urin ikki verður bygdur

1 tími síðan
Tíðindi

Takplátur vóru um at ríva seg leysar

2 tímar síðan
Tíðindi

Gevur fløgu út við gomlum kontryløgum

2 tímar síðan
Tíðindi

Løgmaður: Eingin trup­ul­leiki við Merki­num á donsk­um henaðar­búnum

2 tímar síðan
Tíðindi

Bilur fór út av Oyndar­fjarðar­vegnum

3 tímar síðan
Tíðindi

Tvey fólk dripin í ukrainskum dronuálopi á Moskva

3 tímar síðan
Tíðindi

Vil vita um Føroya Tele skal býtast sundur

3 tímar síðan