info
Ongi úrslit

Mánadagin verður finala á Tórsvølli

Føroyska landsliðið ger klárt at flúgva heim úr Slovakia við javnleiki, sum ber við sær, at tað mánadagin verður finala um næstfremsta plássið í bólkinum

Jóannes Hansen
13. november 2026 kl. 21:59

Fyri síðstu ferð í ár er føroyska fótbóltslandsliðið á veg heim úr útlandinum. Punktum verður mánadagin sett fyri hesum landsliðsárinum, og tað verður vorðin sum finala, sum tað verður, tá ið Moldova klokkan 15 mánadagin verður gestur á Tórsvølli.

Í kvøld megnaðu Føroyar 2-2 í Slovakia. Tað er vorðið sum úrslit. Á FIFA styrkislistanum er Slovakia á 45. plássinum, og Føroyar eru nummar 123. Føroyar hava spælt fimm dystir í hesi Nations League, og allir eru endaðir javnir.

Fyrr í kvøld vann Moldova 2-1 á heimavølli ímóti Kasakstan. Tað ber við sær, at Føroyar og Moldova mánadagin fara at spæla um næstfremsta plássið í bólkinum. Um tað tá eydnast Føroyum at vinna, so vera tað í mars tveir røkk ella støkk dystir um pláss í B deildini.

Í fyrra hálvleiki vóru føroyingarnir ofta undir trýsti, men kortini var tað 1-1, tá ið tað varð bríkslað fyri hvíldini. Beinanvegin eftir steðgin løgdu Føroyar seg á odda 2-1, og so høvdu Føroyar fleiri góð álop, sum vóru heilt tætt við at geva fleiri føroysk mál. Bólturin var bæði á tvørtrænum og stólpanum, men so øktist heimatrýstið, og tí var einki at siga til, at tað endaði 2-2.

-Vit hava eitt sindur blandaðar kenslur, tí vit vóru ikki góðir í fyrra hálvleiki, tá ið teir løgdu seg á odda, og tá ið tað var tætt við, at teir øktu um leiðsluna. Men so vunnu vit brotsspark og fingu undir steðginum skipað okkum av nýggjum. Eftir steðgin vunnu vit okkum til fleiri møguleikar, sum kundu borið fleiri mál við sær, men nú er tað hugaligt at fara heim at spæla avgerandi dyst mánadagin. Vónandi vera tað nógvir áskoðarar kring vøllin, sigur Viljormur Davidsen í samrøðu við Trónd Arge í sjónvarpinum hjá Kringvarpi Føroya.

Viljormur Davidsen javnaði til 1-1 við brotssparki, sum Jákup Biskopstø vann. Hetta var áttanda málið hjá liðformanninum, sum í kvøld var fyri 97. ferðina á landsliðnum. Sjey av málunum eru skorað við brotssparki, og nú er Viljormur á skjúttaralistanum undir liðini á Una Arge og Jóan Símun Edmundsson.

Todi Jónsson hevur skorað níggju mál, og Rógvi Jacobsen og Klæmint A. Olsen eru framvegis ovastir á listanum við 10 málum.  

Áki D. Samuelsen legði beinanvegin eftir steðgin Føroyar framum 2-1. Tað var mitt fyri og úr stuttari fjarstøðu, at hann setti bóltin í málið eftir framúr uppspæl í vinstru, har Hanus Sørensen átti sendingina til Petur Knudsen, sum snilt snaraði mótstøðumann av sær, áðrenn hann úr eitt sindur spískum royndi at senda bóltin í handara síðunetið.

Hetta var aðru ferð, at Áki D. Samuelsen, sum í kvøld var fyri sjeyndu ferð á landsliðnum, var málskjútti. Fyrra málið skoraði hann 26. september, tá ið hann í 1-1 dystinum ímóti Kasakstan legði Føroyar framum.

Tá ið Slovakia legði seg á odda var tað eftir innlegg úr vinstru og ikki sannførandi verjuspæl, og tá ið teir javnaðu til 2-2, var tað eisini við skoti úr vinstru.

-Kenslan er, at vit høvdu møguleika at vinna, hóast vit ikki spældu væl í fyrra hálvleiki. Vit høvdu møguleikar at økja um leiðsluna til 3-1, men tíverri høvdu vit ikki marginalirnar við okkum. Um tað tá hevði eydnast at skora, heldur enn at bólturin var bæði á tvørtrænum og stólpanum, so høvdu vit ivaleyst vunnið, heldur Eyðun Klakstein.

-Vit plagdu at halda tætt í verjuni, men hesar seinastu ferðirnar eru ov nógv mál farin ígjøgnum. Um tað eydnast at vinna mánadagin, so verður talan um tveir røkk og støkk dystir í mars, og nú gleða vit okkum til mánadagin, tá ið tað vónandi verður fullsett á Tórsvølli, sigur Eyðun Klakstein.

 

Slovakia – Føroyar 2-2 (1-1)

Nations League Group C3

Fríggjadagin 13. november 2026 klokkan 19.45 á Košická Futbalová Aréna í Košice

1-0: Erik Prekop 17.

1-1: Viljormur Davidsen br 30.

1-2: Áki D. Samuelsen 47.

2-2: Lukáŝ Haraslin 74.

Dómari: Mohammad Al-Emara úr Finnlandi

Føroyar: Mattias H. Lamhauge Strømsgodset IF – Jóannes K. Danielsen KÍ, Odmar Færø KÍ, Gunnar Vatnhamar Vejle BK, Andrias Edmundsson Hellas Verona FC, Viljormur Davidsen NSÍ – Áki D. Samuelsen Mjällby AIF (Poul Kallsberg Hillerød Fodbold, 65.), Géza Dávid Turi Grimsby Town FC (Jóannes Bjartalíð FC Kyzylzhar 65.), Jákup Biskopstø KÍ, Hanus Sørensen NK Aluminij Kidricevo (Adrian Justinussen AC Horsens, 65.) – Petur Knudsen NSÍ (Meinhard Egilsson Olsen NSÍ, 80.)

Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: Bárður á Reynatrøð Víkingur, Ari í Haraldsstovu Petersen ÍBV,  Samuel Johansen Chukwudi SV Ried, Arnbjørn Svensson Víkingur, Jann Benjaminsen NSÍ, Ási P. Dam HB, Mattias Hellisdal Vesterås SK, Aron Benjaminsen Hearts FC

Gult kort: Petur Knudsen, Jóannes K. Danielsen, Andrias Edmundsson

Venjari: Eyðun Klakstein

Hjálparvenjari: Atli Gregersen

Mest lisið hesa vikuna

Nú kanst tú síggja lønina hjá grannanum ella stjóranum

13. november kl. 22:59

Nøkur orð um skyldmannin Allan Enghamar

15. november kl. 17:35

Fyrrverandi NSÍ venjari er deyður

14. november kl. 17:37

Sosialurin hevur nú sítt egna »Tíðarrit«

15. november kl. 17:38

Nýggj nevnd í Læknafelag Føroya

11. november kl. 13:05

Hvør lutur verður gjørdur við stórum nærlagni

13. november kl. 08:07

Fleiri tíðindi

Fótbóltur

Nations League: Portugal tryggjaði sær fyrsta plássið

5 tímar síðan
Tíðindi

Jenis: 42 høvdu hjá­árin eft­ir koronu­kopp­seting

7 tímar síðan
Tíðindi

21 atkvøddu ímóti at yvirtaka løgregluna

7 tímar síðan
Ítróttur

FM í skúlatalvi: Skúl­in á Fløt­um vann fyrsta dag­in í FM í skúlatalvi

7 tímar síðan
Fótbóltur

Haaland av­gjørdi í yvir­tíð­ini – Dan­mark skal spæla um at varð­veita plássið

8 tímar síðan
Hondbóltur

EHF European League: Mors-Thy var fyri stórtapi í Slovenia

8 tímar síðan
Fótbóltur

Nations League: Leggja fyri móti Ísrael á útivølli

9 tímar síðan
Hondbóltur

European League: Valur og TTH Holstebro taptu

9 tímar síðan
Fótbóltur

U19-landsliðið tapti eisini triðja dystin

10 tímar síðan
Tíðindi

Psykiatriski depilin flytir í H-bygninginum

12 tímar síðan
Tíðindi

Íslendingar krevja ís­lenskt mál í iPhone og Mac

12 tímar síðan
Tíðindi

Bara fýra atkvøður fyri at avmarka stutttíðarleigu

13 tímar síðan