Guernsey: Seinnapartin mánadagin fór liðkappingin í fimleiki fyri menn av bakkastokki. Vónirnar undan dystinum vóru stórar, og høvdu føroysku fimleikararnir sett nøsina upp ímóti gullinum. Men so gjørdist ikki. Tá øll stigini hjá londunum vóru samantald, endaðu Føroyar á einum øðrum plássi, bert 0,1 stig aftanfyri Isle of Man.
- Tað var pissi-ergiligt fyri at siga tað beint út, segði føroyski landsliðsvenjarin, Henrik Berthelsen eftir liðkappingina.
- Sum kappingin leið, gjørdust stigini hægri og hægri, og tá var tað ógvuliga óheppið, at vit skuldu byrja, og Isle of Man var síðst, so tað kann væl vera, at vit hava mist ein tíggjundapart av einum stigi við at byrja fyrst.
Landsliðsvenjarin vísir á, at onki alment lutakasti hevur verið, og at Føroyar byrjaðu fyrst bæði í kvinnuliðkappingini og hjá monnunum. Og Føroyar byrja eisini mikudagin.
- Um tað hevði verið eitt lutakast, so hevði tað verið í lagi, men vit byrja hvørja ferð. Og nú var tað eisini soleiðis, at Høgni var skaddur, og um hann hevði verið við, so høvdu vit vunnið. Men nú vóna vit bara, at tað verður betri næstu ferð, sigur Henrik Berthelsen.
Vónbrotnir
Kappast var, eins og hjá kvinnunum, í lopi og á gólvinum. Tað gekk væl hjá føroysku fimleikarunum, og bendi alt á, at teir fóru at vinna kappingina. Til Isle of Man skuldi fyri seinastu ferð á gólvið. Tá mistu føroyingarnir á stokkinum.
- Tað skal sigast beinanvegin, at hesuferð var tað øðrvísi enn seinastu ferð, tá vit gjørdust nummar tvey, segði Helgi Winther Olsen beint eftir liðkappingina.
- Tá var tað beinleiðis snýt. Hesuferð gjørdu teir góðan fimleik, tað skal sigast.
Onki var yvir at dylja, at føroysku fimleikararnir vóru vónbrotnir av at vera so stutt frá gullinum, men Helgi ivast ikki í, at um teir høvdu verið við í øðrum umfari, so høvdu teir vunni.
- Vit koyra í fyrsta heati, og tá næsta heat kemur á gólvið, so eru stigini hægri, og tað er júst tað, sum vit hava tapt uppá. Tað hevði verið betri um tað var eitt lutakast, men eg giti, at um vit spyrja, so verður sagt, at tað var eitt lutakast, sigur Helgi.
Føroyski fimleikarin sigur, at tað tó verður meira spennandi mikudagin. Tá er tað frí kapping og tá ber alt til.
- Mikudagin verður tað mann ímóti manni, og tá snýr tað seg um, hvør verður tann besti.
- Fyri at venda aftur til kappingina í dag, so havi eg verið við í liðkappingini hvørja ferð, síðani hon kom við í 1997, og vit eru blivnir nummar tvey hvørja ferð, sigur Helgi.
- Vónirnar eru altíð at fáa hatta gullið, men tað gongur ongantíð. Tað virkar, sum yvirmaktin er ímóti okkum, og tað er avgjørt frammanundan, at vit ikki skulu vinna.
Tá kappingin var liðug hevði føroyska liðið fingið 55,85 stig, og endaði, sum sagt á øðrum plássi. Og tá er tað ikki ringt at rokna út, at tá føroyska liðið var 0,1 stig frá gullinum, at Isle of Man fekk 55,95 stig.
Føroyska silvurmerkið í fimleiki er fyrsta heiðursmerkið Føroya hava fingið á hesum oyggjaleikunum.
Fakta:
FimleikariLopGólv
Tórarin Holm Petersen9,49,1
Poul Esber Hanusarson9,259,1
Gutti Harryson9,48,6
Helgi Winther Olsen9,359,5
Samanlagt 55,85 og gjørdist hetta til eitt annaðpláss og harvið eitt silvurheiðursmerki