Stjólu amboð frá arbeiðs­gevara og fóru av landi­num

Nakrar útlendskir handverkarar vórðu avdúkaðir á flogvøllinum fyri at stjala amboð frá arbeiðsgevara

Hóast tað ikki vóru arbeiðsgevarar sum meldaðu, so fekk løgreglan í gjár boð um, at nakrir útlendskir handverkarar vóru á veg av landinum í feriu, og at teir høvdu tikið amboð frá arbeiðsgevaranum.

Løgreglan setti seg tí í samband við securety á flogvøllinum, sum kann spola aftur í myndunum og síggja, hvat er í viðførinum. Og rætt var, har vóru í øllum førum tvey kuffert full av amboðum so sum skrúvumaskinur, seympistólir, battarí og annað – enntá við búmerki hjá arbeiðsgevaranum á, greiðir vaktleiðarin á politistøðini frá í morgun.

Løgreglan setti seg í samband við arbeiðsgevararnar, sum ikki høvdu lagt merki til stuldurin – men onkur sá, at eitthvørt manglaði, men teir kundu tó vátta, at menninir ikki høvdu fingið loyvi at taka amboðini við sær av landinum.

Menninir vórðu síðani tiknir til viks og viðførið funnið fram. Løgreglan valdi ikki at handtaka menninir, men hald varð lagt á amboðini. Nú er tað so upp til arbeiðsgevaran, um hann fer at melda teir fyri stuldur ella bara geva teimum eina yvirháling og loyva teimum aftur til arbeiðis. Menninir vóru framvegis í starvi og vóru á veg av landinum í feriu.