Góð tíðindi eru at frætta hjá teimum sum sótu í biografinum við vónum um at síggja nógv fleiri naknar scenur við tí væl dámda 007 agentinum, Daniel Craig Daniel Craig hevur nevniliga givið eitt lyfti til fjepparar sínar, har hann sigur at fleiri sex-scenur verða at síggja í framtíðini millum hann og tær vælkendur Bond kvinnurnar.
- Øll vilja hava kærleiksscenur, og tað skulu tey fáa, sigur tann sjarmerandi Bond agenturin.
Í teimum fyrstu tveimum Bond filmunum hjá Daniel Craig, bleiv nógv orka nýtt til at seta spenningin í hásæti, og at vísa eina meira kensluborna síðu av Bond.
Saman við Barbaru Broccoli, framleiðara av filmunum, tók Daniel Craig tað avgerð, at minni orka skal nýtast á sex-lívið hjá Bond í filmunum ?Casino Royale? og ?Quantum of Solace?.
- Tað hóskaði ikki til søgugongdina í filminum, at Bond skuldi hava tann vælkenda leiklutin sum kvinnu elskari, og síggjast í seingini saman við eitt ótal av kvinnum, greiður Daniel frá.
Men nú hevur Bond agenturin givið lyfti um, at tann nýggi 007 agenturin aftur skal hava í hópatali av vøkrum kvinnum, í teimum komandi 007 filmunum.