Felagið hevur í hesum sambandi Sørvágs kommunu um stuðul til byggingina av húsinum, sum er mett at kosta góðar 3,7 milliónir krónur.
Herfyri avgjørdi kommunan so at játta ein stuðul, sum svarar til heili 60 prosent av byggikostnaðinum við ávísum treytum.
- Onkur heldur helst, at bygdaráðið hevur verið í so rummiskt at lata so stóran part av íløgunum, upplýsir borgarstjórin, Sune Jacobsen. – Men, um vit ikki gjørdu tað, hevði felagið neyvan megnað hetta einsamalt.
Hetta sigur hann, tí tey í bygdaráðnum eru sannførd um, at felagið ikki hevði megnað hetta við tí fólkagrundarlagi sum er í Vágum og Norðstreymoy. Raksturin av 07 Vestur liggur um 2 milliónir krónur árliga.
Sagt verður, at felagið miðar eftir at víðka um ungdómsarbeiðið, eins og stílað verður eftir at flyta upp aftur í bestu fótbóltsdeildina hetta kappingarárið.
Við Piotr á odda
07 Vestur hevur kappingarárið 2012 gjørt avtalu við Piotr Krakowski um at venja liðið – og vónandi gera sítt til, at teir aftur sleppa at spæla sunnudagsfótbólt í Vágum.
Av heimasíðuni hjá felagnum verður millum annað sagt soleiðis:
Í 2008 gjørdist Piotr fyrsti venjarin hjá nýstovnaða 07 Vestur. Og longu fyrsta árið í nýggja felagnum, eydnaðist at vinna næstbestu deildina og sætið í fremstu.
Men eins væl og tað gekk fyrsta árið, eins illa gekk tað árið eftir, tá 07 Vestur og Piotr fluttu niðuraftur í 1. deild. Tá endaði samstarvið eisini. Men eftir tvey ár á Sandoynni, heldur yrkisleiðin hjá fryntliga póllendinginum, nú fram í Vágum, hjá 07 Vestur.
Fyribils er talan um sáttmála fyri kappingarárið 2012, men hvør veit hvat ið framtíðin fer at bjóða?