Snýt á netinum: Illa orðað tilboð frá Effo

Á Facebook hava fólk fingið tilboð frá oljufelagnum Effo um bíligt brennievni. Men talan er um snýt

»Eg og mítt kvinnu fingu hvør sín kort fyri 5 døgum síðani«.

 

Soleiðis skrivar ein 'fegin brúkari', sum kallar seg Tórður Olsen sum viðmerking undir einum tilboð frá Effo, har tú fyri 74 krónur og 99 oyru kanst fáa brennievni fyri 200 krónur.

 

Sambært teimum, sum royna at snýta, so er talan um eitt 20 ára tilboð frá Effo.

 

»Mis ikki hesa møguleikan — hon kemur bert einaferð hvør 20. ár«, verður skrivað víðari og knortlutum googletranslataðum føroyskum máli.

 

Fá ein 200 litra brennievniskort fyri bert 74,99 kr! Hetta er ikki lutakast — tað er okkara veruliga takkafyrimunur til kundar, sum eru í aldurinum (her verður aldurin tilpassaður tí, ið fær tilboðið á Facebook). Prísur: bert 74,99 kr, og tú fært 200 litrar av brennievni!

 

Ein, ið svikararnir kalla Heini Thomsen skrivar soleiðis:

 

»Takk so nógv! Eg helt tað var enn ein netsvindl«.

 

Effo hevur á Facebook boðað frá, at talan er um falska kapping:

 

»Ávaring um falska kapping.

 

Birthday Offer og Luckydrawcard eru falskar síður, sum royna at fáa upplýsingar frá brúkarum.

 

Effo hevur onga kapping koyrandi í løtuni, og hetta hevur onki við Effo at gera«.

 

##med2##