07 Vestur fekk fullan pott móti ÍF

Her eru úrslitini og málskjúttarnir í teimum trimum innanhýsis dystunum millum 07 Vestur og ÍF

07 Vestur og ÍF hava spælt teir tríggjar innanhýsis dystirnar í Betrideildini hjá monnum hetta kappingarárið.

 

07 Vestur vann allar tríggjar dystirnar móti ÍF. Talan gjørdist um tveir teprar sigrar og ein stórsigur.

 

Sostatt gjørdist samlaða úrtøkan í teimum trimum dystunum níggju stig til 07 Vestur, og einki stig til ÍF.

 

Málúrtøkan í teimum trimum dystunum er 7-1 til 07 Vestur.

 

ÍF-07 Vestur 0-1 (0-1) - 17. mars

 

0-1 Filip Brattbakk (39.)

 

07 Vestur-ÍF 1-0 (1-0) - 30. juni

 

1-0 Oddur Petersen (26.)

 

07 Vestur-ÍF 5-1 (2-1) - 20. oktober

 

1-0 Filip Brattbakk (3.)

 

1-1 Silas Gaard (5.)

 

2-1 Kevin Egell-Johnsen (26.)

 

3-1 Julian Mouritsen (51.)

 

4-1 Mikkel Jacobsen (59.)

 

5-1 Albert Theis Nielsen (90.+)

 

Kelda: FaroeSoccer