Í annaðkvøld klokkan 20 verður fimti og seinasti dysturin leiktur í Betrideildini hjá monnum hetta umfarið.
Á Dungasandi vesturi í Sørvági tekur 07 Vestur móti EB/Streymi. 07 Vestur kann við sigri koma upp á seks stig, og harvið leggja seg undir liðini á HB og KÍ. EB/Streymur kann við sigri lyfta seg frá niðurflytingarplássunum.
Átta altjóða veddingarfyritøkur, ið lata odds upp á dystin millum 07 Vestur og EB/Streym hava 07 Vestur sum favoritt.
Miðaloddsini upp á heimasigur til 07 Vestur eru 1,65.
Miðaloddsini upp á javnleik eru 4,02.
Miðaloddsini upp á útisigur til EB/Streym eru 4,20.
HER eru oddsini:
##med2##
##med3##