##med2##
- Handan dømingin var oyðileggjandi fyri okkum. Orðini eigur Magnus Powell, høvuðsvenjari hjá 07 Vestur um støðuna í 50. minutti í dystinum móti HB. Støðan var 1-0 til HB, dysturin livdi tá enn, og HB slapp at taka eitt fríspark skjótt uttan teir hjá 07 Vestur vóru klárir. Í eftirfylgjandi álopsroyndini økti til Mikkel Dahl til 2-0 til HB. Dómarin Aron Sofus Vest ráðførdi seg við hjálparvenjaran, og lat síðani málið hjá HB standa. Hetta fekk øði í Høgna Egilstoft Nielsen, ið mótmælti harðliga og fekk reytt kort.
Magnus Powell heldur, at reyða kortið var eitt mistak omaná fyrsta mistakið: - Dómararnir gera eitt fatalt mistak. Bólturin fer út til innkast til okkum, og teir (HB red.) meina, at tað er fríspark til teir. Og so skjóta teir frísparkið skjótt, greiðir Magnus Powell frá, ið heldur avgjørt, at hansara menn skuldu fingið møguleikan at stilla seg í verjustøðu áðrenn frísparkið var tikið. Reyða kortið kom sum steinur omaná byrðu. Magnus Powell heldur, at 07 Vestur hevði tríggjar góðar málmøguleikar áðrenn 2-0 málið og var inni í dystinum, men aftaná 2-0 málið og reyða kortið rapaði alt.
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1:
1) Hoyr Trónd Arge, frásøgumann hjá FM1 siga frá 2-0 málinum, rokinum aftaná og støðuna tá Høgni Egilstoft Nielsen fekk reytt kort.
2) Hoyr samrøðuna Tróndur hevði við ein ørkymlaðan Magnus Powell.
HB – 07 Vestur 5-0 (1-0)
1-0: Stefan Radosavljevic (15.)
2-0: Mikkel Dahl (50.)
3-0: Áki D. Samuelsen (63.)
4-0: Adrian Justinussen (79.)
5-0: Adrian Justinussen (90. +)
HER ber til at hoyra Trónd Arge siga frá teimum fimm málunum. Hoyr eisini samrøðuna Tróndur gjørdi við HB-venjaran, Kevin Schindler.