MVG verð­ur tikið av matvørum

Uppskotið um at taka MVG av á­vís­um matvørum verður framt, sigur løgmaður. Tað fer til hoyr­ing­ar stutt eftir ólav­søku.

Tað sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður, í samrøðu við Sosialin.

 

– Tað verða nakrir vør­u­bólk­ar, sum man heldur hava týdn­ing fyri barnafamiljur, sum verða frí­tikn­ir fyri MVG, sig­ur løg­maður.

– Vit hava nevnt vøru­bólk­ar »so sum breyð mjólk frukt og grøn­meti«. Men breyð verð­ur ikki við, sig­ur løg­mað­ur, tí tað er so trupult, tí at so mugu ingrediensirnir til breyð verða frí­tikn­ir fyri MVG, og tað eru ingrediensir, sum verða brúkt­ir til so nógv annað eisini. Tí eru tað aðrir vørubólkar, sum eru valdir út at røkka end­a­mál­i­num, sigur Aksel V. Jo­hann­e­sen.

Men talan verður um frít­øku, ikki um lægri MVG.

– Tað er munandi einfaldari at hav­a ann­að­hvørt fult MVG ella einki MVG, sigur løg­mað­ur, tí tað er lættari at umsita.

 

Malið fer sum nevnt til hoyringar stutt eftir ólavsøku.