NSÍ-B71: Stigatalvan sigur, at heimaliðið við Løkin í Runavík var stórfavorittur undan uppgerðini ímóti B71, men heimaliðið megnaði ikki at vinna fulla úrtøku.
Úrslitið var 1-1, og hóast NSÍ í 2. hálvleiki royndi at leggja trýst á, so hevði B71 eisini málmøguleikar, og fleiri ferðir var talan um næstan møguleikar.
Alt bendi á heimasigur, tá ið liðformaðurin, Christian Høgni Jacobsen, sjey minuttir undan leikloki eftir uppspæl mitt fyri legði NSÍ á odda.
B71 vísti alla tíðina fínan hugburð, og tað eydnaðist at fáa løn fyri stríðið. Tríggjar minuttir undan leikloki varð Tijani Mohammed togaður niður í gjøgnumbroti dygst uttan vert brotsteigin mitt fyri. Jústinus R. Hansen sá reyða kortið, og Joseph Bassene smekkaði bóltin í málið umvegis tvørtræið.
London ferðin hjá NSí í næstu viku mundi spøkja hjá heimaliðnum, men einki skal takast frá sandoyingum, sum vístu framúr hugburð, og umframt stigið kunnu brúka fína avrikið í fyrireikingunum til seinnu leikhálvu, tá ið neyðugt verður við nógvum sovornum avrikum, um stigaposin skal fyllast so mikið, at tað slepst undan niðurflyting.
NSÍ-B71 1-1 (0-0)
1-0: Christian Høgni Jacobsen 83.
1-1: Joseph Bassene 89.
Dómari: Georg N. Rasmussen
NSÍ: Andras Gango - Jónhard Frederiksberg, Jens Joensen, Petur Pauli Mikkelsen (Árni Frederiksberg, 90.), Einar T. Hansen - Mamuka, Jústinus R. Hansen,Abdul Razak Ismail (Debes Danielsen, 59.), Jann Martin Mortensen (Heðin á Lakjuni, 46.) - Christian Høgni Jacobsen, Klæmint A. Olsen
Gult kort: Jústinus R. Hansen, Debes Danielsen, Jens Joensen, Christian Høgni Jacobsen, Einar T. Hansen
Reytt kort: Jústinus R. Hansen (beinleiðis reytt) 88.
B71: Símun Rógvi Hansen - Rúni Joensen, Bojan Zivic, Allan Tungá, René Clementsen - Høgni Midjord, Bogi Hermansen, Joseph Bassene, Thomas Hans Rubeksen, Ebbe Kristin Thomsen (Marcus Klementsen, 75.) - Tijani Mohammed (Bjørgfinnur Winther, 90.)
Gult kort: René Clementsen, Joseph Bassene, Høgni Midjord