Ein fronsk kvinna í sekstiárunum er nú dømd at vera varðhaldsfongslað í Reykjavík, eftir at tvey fólk gjáramorgunin vórðu funnin deyð á Edition-hotellinum í miðbýnum.
Varðhaldsfongslingin er fyribils galdandi fram til mikudagin 20. juni, meðan íslendska løgreglan kannar deyðsføllini.
Hendingin verður kannað sum drápsmál.
Íslendska ríkisútvarpið RUV veit at siga, at tey, sum vórðu funnin deyð á hotelkamarinum, vóru ávikavist í fýrati-og sekstiárunum.
Sum skilst á RUV, var kvinnan eisini har, tá løgreglan kom á staðið. Hon var eisini álvarsliga løstað, men var á lívi.
Íslendska løgreglan hevur illgruna um, at franska kvinnan, sum var í Íslandi og ferðaðist saman við famiju síni, hevur dripið mannin og dóttrina á hotellinum.
Lesið eisini:
https://www.in.fo/news-detail/utlendsk-ferdafolk-funnin-deyd-a-hotelli-i-reykjavik