1.200 krónur stolnar úr skiftingarrúmi

Fríggjadagin hevði svimjihøllin í Klaksvík óbodnar gestir. Eftir at hava verið úti í hylinum varnaðist ein av teimum vitjandi, at 1.200 krónur vóru horvnar úr klæðunum hjá honum. Hann boðaði løgregluni frá, men eingin veit at siga, hvør hevur tikið pengarnar.
Løgreglan í Klaksvík tók leygarkvøldið stutt fyri midnátt ein bilførara í Klaksvík, sum koyrdi við kenning. Blóðroynd varð tikin, og hann verður skuldsettur fyri rúsdrekkakoyring.