Landsliðsbakkurin, Andrias Edmundsson og liðfelagarnir í Wisla Plock eru framvegis ósigraðir í bestu pólsku fótbóltsdeildini, og teir halda framvegis fast í oddasessinum aftaná fýra tey fyrstu umførini.
Í dag megnaði Wisla Plock í torførum útidysti javnleik 1-1 móti Widzew Lodz.
Lukasz Sekulski legði Wisla á odda í 36. minutti, men bert fimm minuttir seinni javnaði heimaliðið til 1-1.
Widzew Lodz hevði bóltin meira, og teir høvdu fleiri royndir á málið hjá mótstøðuliðnum, so talan var um eitt flott stig á einum torførum útivølli hjá Wisla Plock.
Wisla Plock er fremst í deildini við 10 stigum fyri fýra dystir.
Sunnudagin 17. august kemur stórliðið, Legia Warszawa á vitjan á Orlen leikvøllinum í Plock. So tá fáa teir í Wisla aftur harða mótstøðu.
HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum Widzew Lodz-Wisla Plock 1-1 (1-1):
##med2##