Fyri nøkrum tveimum vikum síðani misti Pete Townshend, sum er kendur frá víðagitna bretska tónleikabólkinum The Who, sítt góða umdømi, tá ið hann fekk ein treytaðan dóm um kynsligt lógarbrot. Næstu fimm árini verður navn hansara at finna á bretska listanum yvir kynsligir lógbrótarar. Townshend hevði keypt sær atgongd til eina barnapornosíðu á alnetin-um. Orsøkin til, at Pete Townshend, saman við mongum øðrum, er komin í trupulleika byrjaði í einum lítlum reyðum múrsteinshúsum á horninum á Main Street í býnum Fort Worth í Texas. Tað var har, at Thomas Reedy á fyrsta sinni byrjaði sína fyritøku, sum var pornografi fyri vaksin á alnetinum. Virksemi hansara vaks, spjaddi seg og bleiv til nakað ræð-andi. Reedy var somikið pengagrammur, at hann byrjaði at eggja ólógliga hugin til barnaporno. Barnapornografi er eitt støðugt vaksandi virksemi á alnetinum.
Tá ið Thomas Reedy hevði havt sína fyritøku, Landslide Productions, í gott tvey ár, skrásettu hard driveni á teldum hansara 250.000 gjaldskort frá viðskiftafólki kring allan heimin. Barnaporno-kundar frá 60 ymiskum londum vóru nøktaðir av virkseminum hjá Reedy. Ein av teimum var Pete Townshead frá The Who. Í februar mánað skuldi bygningurin hjá Reedy takast niður, tí at eitt parkeringspláss skuldi byggjast. Soleiðis varð virksemi hansara uppdagað. Ein heimsumfatandi miðdepil fyri barnaporno varð tískil rivin niður saman við bygninginum, og karrieran hjá Pete Townshend eftir øllum at døma eisini.
Reedy situr nú í fongsli í Texas við heimsins longstu revsing fyri barnaporno - 1.335 ár. Hann fekk 15 ára revsing fyri hvørja ákæru og tað vóru 89 ákærur. Kona hansara, Janice, sum arbeiddi í fyritøkuni, skal sita inni í 14 ár. Tað er ásannað, at Reedy ikki var beinleiðis við til at meiðsla nakran. Hann var ikki á myndum saman við børnum og tað var heldur ikki hann sum framkallaði myndirnar, men virksemið hjá Reedy hevur elvt til alt tað fyrrnevnda. Virksemi hansara hevur elvt til neyðtøku av børnum og tískil er revsingin hørð.
Reedy vaks upp í Brownwood, sum er ein lítil býur miðskeiðis í Texas. Hann hevur ein yngri beiggja. Pápi hansara var sølumaður á einum loppumarknaða og gav brøðrunum ein haldgóðan uppvøkstur. Tá ið Reedy var tannáringur, droymdi hann um at gerast rokkstjørna. Á gomlum familjumyndum er Reedy svartklæddur og hevur høkuskegg. Hann líkist einum heavy metal fjeppara, men í veruleikanum dámdi honum betur country og western tónleik - eins og mong onnur í Texas. Hann bleiv tó aldrin rokkstjørna, men las ístaðin til sjúkrarøktarfrøðing. Ein mynd, sum varð tikin av honum, tá ið hann fekk prógv sítt, vísir ein vanligan trivaligan mann. Reedy arbeiddi á mongum ymiskum røktarheimum, men bleiv alsamt meira áhugaður í teldum og alnetinum. Hann hevur skrásett 54 ymiskar heimasíður og summar av heimasíðunum eru sakleysar, so sum harley lovers.com, payhere.net og geekpay.com. Aðrar heimasíður, sum hann skrásetti, vóru net.sex.magazine og pussies4u, men hesar vóru aldrin virknar, tí Reedy var varin. Tá ið hann so av álvara byrjaði sítt óhugnaliga virksemi nýtti hann meinleysu heitini landslide.com og quayz.com.
Stóra handilshugskotið hjá Reedy var, at hann skuldi vera millumliður hjá kundum og barnaporno-portalum, sum longu vóru stovnaðir - sokallaðum webmasters. Portalurin hjá Reedy skuldi hava 5.700 slóðir, har webmastarir lýsti við teirra portalum og hvørja ferð onkur vildi vitja eina av slóðinum fekk Reedy 33% av kostnaðinum. Kundar skuldu gjalda $30 fyri hvørja vitjan, og summir vitjaðu hvønn dag.
Reedy var ikki tann fyrsti, sum fekst við tílíkt tilfar á alnetinum, pedofilir hava nýtt alnetið til at skifta tilfar um við hvønn annan í fleiri ár. Áðrenn alnetið kom, var sambandið millum pedofilar nógv minni. Tá máttu teir senda tilfar við postinum ella hittast í sulkaðum krambúðum í bakgøtum. Men Reedy varð tann fyrsti, sum tók pengar fyri barnaporno á alnetinum (pay per view) og sum hetta eydnaðist hjá. Virksemið hjá Reedy er vorðið ein fyrimynd fyri onnur, og í dag er alnetið á tremur við eftirhermarum.
Sambært John Carr frá The Internet Watch Foundation, fær stovnur hansara millum 80-85 áheitanir hvørja viku um "pay per view" barnapornosíður á alnetinum. Næstan allir portalarnir eru í eystur Europa, Russlandi, Ukraina og í landsynningspartinum av Asia. John Carr heldur, at grundin til, at talið av tílíkum síðum á alnetinum er vaksið, er tí, at avdúkanin av Landslide Production hevur givið brotsmonnum kring allan heim eina ábending um, hvussu nógvur peningur er at vinna á hesum øki. Sambært bretsku avísini The Independant plagdi barnaporno-tilfar at verða endurnýtt, men nú á døgum er hetta broytt tí, at so nógvur peningur kemur inn í ídnaðin um alnetið. Fleiri og fleiri børn verða regluliga neyðtikin fyri at websíðurnar kunnu fáa nýtt tilfar.
Frá 1996 til 1999 var ágóðin hjá Lanslide $10 milliónir. 85 % av peninginum stavaði frá barnaporno. Thomas, konan Janice og dóttir Janice fluttu til eini glæsilig hús á preriuni uttanfyri Fort Worth, og Thomas og Janice koyrdu nú bæði í Mercedes bilum. Av og á helt Reedy veitslur við svimjihylin í teimum hábærsligu húsunum (pool parties) og tá plagdi hann at spæla klassiskan tónleik hart, men annars gjørdi hann ikki nógv um seg.
Á alnetinum var hann harímóti skammleysur, og tað er ótrúligt, at hann hevði sítt virksemi ótarnað so leingi. Á eini síðu hjá Landslide, sum myndugleikar komu fram á, varð reypað av, at alt innihaldið var ólógligt, sjúkt og til sex galin. Forsíðurnar hjá Landslide - har ein sleppur framat uttan at gjalda, vóru ofta vitjaðar av løgregluni, men annað varð aldrin kannað - óivað tí, at Reedy hevði lovað løgregluni, at um hann nakrantíð kom fram á ólógligt barnaporno, so skuldi hann siga frá. Eftir øllum at døma var Reedy errin av at kunna snúgva seg undan myndugleikunum. Heitið á teldupost adressu hansara var Houdini.
Tær 89 ákærurnar avdúka ræðuleikan, sum var á myndunum. Fyrsta ákæran er um vaksin, sum bersýnt hava kynsligt samband við ómyndig. Onnur ákæran er um eggjandi framsýning av kynsgøgnum hjá ómyndigum í einum lítlum svimjuhyli og summar av ákærunum eru um misnýtslu av pinkubørnum. Nevningarnir í sakarmálinum ógvaðist við. Tað tók teimum einans nakrar tímar at døma hann sekan. Tann einasti, sum varð bilsin av dóminum, var Reedy sjálvur. Hann sigur seg vera ósekan, og sigur tað vera webmastararnir, og ikki hann, sum hava givið út ólógliga tilfarið. Myndugleikarnir vilja fegin fanga webmastararnar, men trupulleikin er, at mangir av teimum eru uttanlands í Pólandi, Russlandi og Indonesia, goymdir aftan fyri torgreidda alnets tøkni.
Myndugleikarnir í Texas hava funnið fram til nakrar fáar anekdotir við kynslívinum hjá Reedy, men hildið verður ikki, at hann er pedofilur. Niðurstøðan hjá myndugleikunum er, at Reedy er pengagrammur og spiltur av at hava verið ein fátækur sjúkarrøktarfrøðingur, sum bleiv millióningur. Óttin er, at tað verða fleiri sum hann. Talið av barnaporno-portalum á alnetinum er óyvirlítandi fyri myndugleikarnar. Fyri fýra árum síðani varð hildið, at 20 barnaporno-portalar var nógv. Í dag hevur bretska løgreglan ein databasa við 5 milliónum skrásetttum barnaporno-portalum.