Hoyrdi kavbátin spreingjast og mannin doyggja

Ein upptøka vísir, hvussu Wendy Rush hyggur upp, tá hon hoyrir brestin og spyr: "Hvat var hatta fyri ein bestur?"

Í 2023 doyðu fimm fólk, tá kavbáturin Titan, sum var á veg niður í dýpið til vrakið av Titanic, sprongdist.

 

Nú vísir kanningararbeiðið, at kona eigaran av OceanGate-fyritøkuni, Stockton Rush, sum stóð fyri átakinum, hoyrdi brestin, tá vanlukkan hendi, og maður hennara doyði.

 

Niðri í hesum greinastubba er eisini leinkja, har spreingingin hoyrist, og konan hoyrist spyrja: "Hvat var hatta fyri ein brestur?"

 

Tað er BBC, sum hevur gjørt ein dokumentar um vanlukkuna, og her kemur nógv ymiskt fram, sum ikki hevur verið frammi áður. 

 

Í dokumentarinum verður eitt nú avdúkað, at kona leiðaran av OceanGate, Wendy Rush, hoyrdi spreingingina, tá maður hennara saman við fýra øðrum læt lív.

 

Wendy Rush var nevniliga umborð í skipinum, sum setti kavbátin út og fylgdi kavingini niður á Titanic, og hon hoyrdi spreingingina, sum tók lívið av manni hennara.

 

BBC hevur fingið atgongd til partar av kanningararbeiðnum í samband við dokumentarin um vanlukkuna.

 

Tað var sunnudagin hin 18. juni fyri tveimum árum síðan, at kavingin niður á Titanic, sum liggur á 3800 metra dýpi, byrjaði.

 

Eitt video-brot, sum BBC hevur fingið, vísir, at tá kavbáturin kom niður á stívliga 3300 metra dýpi, hoyrdist ein brestur, sum minnir um, at ein hurð smellur aftur.

 

Upptøkan vísir eisini, hvussu Wendy Rush hyggur upp, tá hon hoyrir brestin og spyr hini, sum sita kring borðið: "Hvat var hatta fyri ein brestur?"

 

Her sæst video-brotið, har spreingingin hoyrist - https://www.dagbladet.no/nyheter/titan-ulykken-horte-mannen-do/83126834

 

##med2##

 

Umborð í skipinum móttóku og sendu tey tekstboð til mannngina á Titan, meðan kavbáturin var á veg niður í dýpið.

 

Sambært serfrøðingum var tað karbon-skrokkurin á kavbátinum, sum sprongdist inneftir í stóra trýstinum niðri í dýpinum.

 

Millum tey, sum lótu lív, var 19 ára gamli, Suleman og pápi hansara, Shazada Dawood.

 

Hini, sum vóru við Titan, vóru ævintýrarin og milliarderurin, Hamish Harding, franski granskarin, Paul-Henry Nargeolet og OceanGate-leiðarin, Stockton Rush.

 

##med3##

 

Vraklutir av Titan, sum tað eydnaðist at fáa upp úr dýpinum eftir vanlukkuna

Hesir lótu lív, tá Titan sprongdist - inneftir - sunnudagin hin 18. juni fyri tveimum árum síðan