Tað eru í dag tíggju ár síðani, at Wayne Rooney á fyrsta sinni spældi við Manchester United. Tað var í Champions League, at tann tá bara 18 ára gamli framherjin skoraði hattrik í 6-2 sigrinum á turkiska Fenerbahce.
Til ber at síggja Wayne Rooney skoraði hattrik í fyrsta dystinum við at trýsta á pílin á myndini
Wayne Rooney skifti frá barndómsfelagnum Everton til Manchester United fyri áleið 250 milliónir krónur. Hann var tá tann dýrasti tannáringurin í heiminum. Fleiri mettu, at prísurin fór at verða ein ov tung byrða fyri ein so ungan mann, men helst hevur hann mótprógvað teimum flestu.
Upp og niðurtúrar
Tíðin hjá Wayne Rooney í Manchester United hevur bjóðað upp á upptúrar og niðurtúrar. Hann hevur verið elskaður fyri erliga og nærmast gøtukenda fótbóltshátt, har kenslurnar at kalla hanga uttaná troyggjuni. Fótbóltsevnini eru framúr, men tað hevur smakkað illa hjá Manchester United viðhaldsfólkunum, at hann tvær ferðir hevur hótt við at fara, um hann ikki sleppur upp í løn.
Um vikuskiftið vísti Wayne Rooney seg eisini frá síni góðu og ringu síðu – alt í einum. Fyrst legði hann Manchester United á odda móti West Ham. Tað var mál nummar 176 í Premier League. Bara Andy Cole(187) og Alan Shearer(260) hava skotið fleiri. Tó fekk hann í seinna hálvleiki beinleiðis reytt kort, fyri at sparka ein spælara niður.
Wayne Rooney er í dag 28 ára gamal, so um hann heldur fram við skjóta nógv mál, so er ikki óhugsandi, at hann verður mest skorandi spælari í Premier League. Tó so, so skal hann sita uttanfyri komandi trý umførini vega leikbann. Tað lýsir nokk so væl Wayne Rooney.