10% av føroyingum eiga meir enn øll hini

Alt vald í Føroyum verður savnað á alsamt færri hondum og tað er størsta hóttanin ímóti okkara framtíð.

 

Hesi seinastu árini eru valdið og virðini í Føroyum savnað á alt færri hondum, bæði í fíggjarheiminum, í alivinnuni og í fiskivinnuni og tað er størsta hóttanin ímóti okkara framtíð.

 

Tað staðfesti Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi á flokstinginum hjá Tjóðveldi í morgun.

 

Avbjóðingin er at tora at gera broytingar eftir hvat gagnar fólkinum og tjóðini sum heild og ikki bara hjá teimum sterkastu, ið hava sera stórt vald.

 

Hann fortaldi, at fyri 100 árum síðani gjørdi ein keypmaður eina meting, har niðurstøðan var, at 10 prosent av føroyingum áttu meiri enn 90 prosent av øllum virðunum í landinum.

 

– Eg eri vísur í, at støðan er tann sama enn, kanska enntá eru virðini enn ójavnari býtt, segði Høgni Hoydal.

 

– Lat meg eisini sláa fast, at tað hevur onki við øvundsjúku ella tílíkt at gera, at vit politiskt mugu og skulu taka støðu til, hvussu karmarnir og treytirnar í vinnu og fíggjarheimi skulu setast.

 

– Tað snýr seg bert um, at ríkidømið, og møguleikarnir í Føroyum, koma øllum samfelagnum og fólkinum til góðar og at vit samstundis ikki okkara búskap ov bundnan av einstøkum fyritøkum og fíggjarstovnum.

 

– Vit mugu tora at sláa fast, at tað er fólkið og fólkaræðið, sum skal hava veruliga valdið í Føroyum, bæði tá ið tað snýr seg um vinnubygnað og lóggávu, og mótvegis fíggjarheiminum, har vit júst hava sæð, at valdið verður savnað tí eina tryggingar- og bankasamtakinum, Betri, og har vit síggja at BankNordik ætlar at gjalda út eitt serlig vinningsbýti.

 

Høgni Hoydal sigur, at ein tann størsta avbjóðingin, ið vit skulu loysa saman, er at mjækka, ella smalka um gjáirnar í samfelagnum.

 

Eg fari her at nevna nakrar gjáir, ið bert kunnu víðkast, gera vit í felag ikki nakað munagott.

 

– Gjógvin ímillum tey, ið hava allarmest virði og vald og restina. Í Føroyum síggja vit somu gongd, sum í heiminum, har ein sera lítil partur av fólkinum, skjótt kann eiga meira enn øll restin til samans, sigur formaðurin í Tjóðveldi.

 

Men eisini gjógvin ímillum ymsar partar av landinum má mjækkast. Ongin ivi er um, at hóast vit binda landið saman, síggja vit, at vøksturin í samfelagnum er sera ymiskur í fólkatali og virksemi og vinnumøguleikum.

 

– Virðið á húsum og møguleikar til fígging eru sera ymiskir. Vit eiga at gera verulig átøk, ið kunnu skapa rímiliga javnbjóðis møguleikar hjá fólki kring landið. Tað kann bert styrkja okkum øll, sigur Høgni Hoydal.