Borgarstjóri bjóðar feskan fisk - ókeypis

At síggja til, eru nøkur hundrað pund av góðum fiski í bátinum, tí her er fiskur bæði aftan og framman

Tað kemur fyri, men tað er ikki ofta, at høvi er at fáa púra feskan toskafisk og hýsu - fyri einki.

 

Men, henda møguleika hava skálvíkingar í kvøld.

 

Á Facebook-vanganum - Skálavík á Facebook - hevur borgarstjórin, Linjohn Christiansen, júst lagt út hesar reglur:

 

"Mungar nakar eftur feskum fiski, so er møguleikin nú, púra feskur fiskur, tveir tímar gamal".

 

Hetta eigur at vera eitt gott høvi hjá fólki og familjum, sum ikki hava so lætta atgongd til feskan fisk.

 

At síggja til, eru her nøkur hundrað pund av góðum fiski, tí eftir myndunum at døma, er fiskur bæði aftan og framman í bátinum.

 

Hetta er gott slag av toskafiski, sum er skjótt at skera - antin til flak á pannuna ella til frikadellur og knettir.

 

Tað ber saktans eisini til at skera fiskin í stykkir og kóka hann feskan, sum eisini er góður døgurðamatur.

 

Tá vit fregnast, sigur Linjohn Christiansen við In.fo, at teir vóru tveir á bátinum við tráðu eina løtu í dag, og her var væl at draga.

 

##med2##