10 hitastig í næstu viku

DMI roknar við munandi lýggjari veðri í Føroyum í næstu viku

Danska veðurstovan DMI roknar við munandi lýggjari veðri í Føroyum í næstu viku.

Longu mánamorgunin skal hitin vaksa upp í 4 til 7 hitastig, og bæði týsdagin og mikudagin skal hitin koma upp í 10 stig, roknar DMI við.

Tað verður nakað av vindi týsdagin og mikudagin, stóran part av tíðini millum 13 og 18 m/sek.

5 dagar forsøgnin hjá DMI boðar ikki frá frosti.