Donsk hondbóltstalent klár til HM-endaspæl eftir gysara

Danska U21-landsliðið vann á Svøríki í einari spennandi hálvfinalu og skal nú møta Portugal í gulldystinum. Gysar hjá Danmark var tó minni enn tann hjá Føroyum, sum noyddust út í tvær ferðir longdar leikatíð

Ulrik Kirkely hevur í sínum fyrsta finaluumfari sum landsliðsvenjari ført danska U21-landsliðið til HM-endaspælið. - Mynd: Bo Amstrup/Ritzau Scanpix

Danska U21-landsliðið í hondbólti skal sunnudagin spæla finalu í HM í Póllandi.

Danmark vann í kvøld eina ótrúliga tætta og nervapirrandi hálvfinalu móti Svøríki við 40-37 eftir yvirtíðina. Tað var sjeyndi sigurin hjá liðnum í sjey dystum í kappingini.

Tað var 36-36 eftir vanliga leiktíð, men í yvirtíðini fingu sviar knappliga tað sera trupult við at skjóta mál.

Hóast donsku málverjarnir sum heild ikki fingu nógv, so skoraðu teir blágulu bara eina ferð í yvirtíðini, og tað var avgerandi.

Skoringin hjá Morten Kaalund til 39-37 hálvanannan minutt fyri leiklok setti sviar undir hart tíðartrýst, og tað kláraðu teir ikki.

Teir gjørdu tveir tekniskar feilir, tá tað hevði størstan týdning, og tá 16 sekund vóru eftir avgjørdi Magnus Storgaard Pedersen dystin av høgra vongi.

– Í seinasta dystinum skulu menninir hjá landsliðsvenjaranum, Ulrik Kirkely, møta Portugal, sum vann 38-37 á sensationella liðnum hjá Føroyum í seinnu hálvfinaluni, skrivar danska tíðindastovan Ritzau.

– Tann dysturin var enn meira spennandi, um tað bar til. Tað tók tvær ferðir longda leiktíð á 10 minuttir at finna ein vinnara.

– Føroyingar skulu nú royna at vaska vónbrotið burtur í bronsudystinum móti Svøríki seinnapartin sunnudagin, skrivar Ritzau.

Tað eru 20 ár síðani, at Danmark seinast vann HM-gullheiðursmerki fyri U21-landsliðið. Tá í tíðini vann eitt danskt lið við millum øðrum René Toft Hansen, Henrik Møllgaard og Morten Olsen 40-35 í finaluni móti Serbia og Montenegro.

HM-endaspælið móti Portugal verður sunnudagin kl. 18.30

 

Ulrik Kirkely hevur í sínum fyrsta finaluumfari sum landsliðsvenjari ført danska U21-landsliðið til HM-endaspælið. - Mynd: Bo Amstrup/Ritzau Scanpix