10 milliónir hava vitjað Autostadt

Eftir góðum fýra árum hava 10 milliónir fólk vitjað stóru bilaframsýningarnar í Autostadt hjá Volkswagen í Wolfsburg, sum saman við Disneyland í Fraklandi verður roknað sum eitt av stóru ferðafólkamálunum í Evropa

Autostadt er eitt stórt "bilshow" við mentan, teknikki og arkitekturi. Framsýningarbygningarnir eru á økinum hjá Volkswagen bilverksmiðjuni í Wolfsburg í Týsklandi.

Talan er um fleiri stórar glasbygningar við framsýningarhølum til nýggjar bilar og stórar framsýningar av ymiskum gomlum bilum, bæði Volkswagen og øðrum bilmerjum sum t.d. Audi, Hanomag, DKW, Bentley, Skoda, Bugatti og aðrir sjaldsamir og spennandi bilar, eisini amerikanskir. Hendan framsýningin er serliga gjørd fyri at vísa gongdina í bilaframleiðsluni frá byrjan og fram til okkara dagar.

Eitt av endamálunum við Autostadt er at teirra kundar skulu hava møguleika at heinta sínar nýggju VW bilar har. Síðan framsýningin læt upp, hava yvir 600.000 fólk nýtt hendan møguleika.

Nýggju bilarnir standa í stórum glastornum í fleiri hæddum, eins og leikutoysbilar í stativum í leikutoyshandlum.

Síðan Autostadt varð tikið í brúk fyri góðum fýra árum síðan, hava 10 milliónir vitjandi verið har. Saman við Disneyland uttan fyri Paris verður Autostadt roknað sum eitt av stóru ferðafólkamálunum í Evropa.

Býurin Wolfsburg er bygdur upp rundan VW-bilverksmiðjuna, har umleið 50.000 fólk arbeiða.