Roknskapur
- Vit rokna við, at talan samanlagt verður um eitt undirskot á tríggjar til fýra milliónir fyri 2004.
Somikið greiður var fyrrverandi nevndarformaðurin í Faroe Seafood, Hákun Steingrímsson, tá hann saman við øðrum í heyst beyð Framtaksgrunninum 47,5 mió kr. fyri Fiskasøluna. Eitt boð, sum tó varð vrakað.
Nærri 10
Í tíðindaskrivi, sum hósdagin varð sent føroysku fjølmiðlunum, varð tó upplýst, at talan verður um eitt hall upp á 23,1 mió kr. Av hesum eru óvanligir kostnaðir av umskipanini 7,5 mió kr., og niðurskriving av framleiðslutólunum í Fuglafirði 5,8 mió kr. Hetta seinasta er gjørt, tí ivi er um framhaldandi virksemið í hølunum. Eitt virksemi, sum sambært fyrrverandi leiðsluni vildi hildið fram.
Tað vil við øðrum orðum siga, at hallið av vanliga rakstrinum hjá Fiskasøluni var 9,8 mió kr. Og tað er so als ikki tað, sum fyrrverandi leiðslan vildi vera við.
Hvørki Árni Arge, sum tá var stjóri, ella Hákun Steingrímsson, sum tá var nevndarformaður, vilja í dag gera stórvegis viðmerkingar til tølini, men tað tykist greitt, at teir framvegis standa við tað, sum varð sagt í heyst.
Av teimum 9,8 milliónunum, sum raksturin nú gav í halli, stava 2,5 mió kr. frá niðurskriving av kapitalparti felagsins í Faroe Farming, umframt at niðurskriving av áogn v.m. er framd við 2,8 mió kr. Kapitalpartarnir hevði gamla leiðslan heilt víst verið noydd at niðurskrivað, tá hetta verður gjørt út frá roknskapinum fyri Faroe Farming. Hinvegin vil avseting til tap upp á debetorar altíð verða gjørd eftir individuellari meting, og so er spurningurin, hvørt nýggja leiðslan hevur tikið meira til her, enn undanfarna leiðslan vildi. Tað er tó eisini ein spurningur, sum grannskoðarar felagsins taka upp, og tí er ikki víst, at hetta talið vildi verið stórt øðrvísi við eini aðrari leiðslu.
Turka einki av
Meinhard Jacobsen, stjóri, sigur tó, at teir hava ikki turkað nøkur roknskapartøl upp á nakran, soleiðis at teir hava betri fortreytir at koma við einum góðum úrsliti komandi ár.
- Hvat teir svara fyri, mást tú tosa við teir um. Tølini, sum nú fyriliggja, er grannskoðaði tølini, og tey vísa greitt, hvat úrslitið av rakstrinum var, staðfestir hann.
Spurdur, hvørt tað var neyðugt við so stórum niðurskrivingum, sigur hann, at tað er teirra meting.
- Sum sagt, so er hetta grannskoðði roknskapurin. Her verða so atlit tikin til, hvat ognir felagsins í veruleikanum eru verdar, og so verður niðurskrivingin hareftir, staðfestir Meinhard Jacobsen.