10 til Finlands og 7 til Ungarn

17 føroyskir svimjarar skulu luttaka í altjóða kappingum í summar, NMU í Finlandi og EJM í Ungarn.

9. og 10. juli verður Norðurlendska Meistarastevnan fyri Ung hildin í Tampere í Finlandi og Svimjisamband Føroya hevur valt at senda 10 føroyskar svimjarar til kappingina, 6 gentur og 4 dreingir.

 

Tær 6 genturnar eru Alisa Vestergård og Brynhild Johannesen úr SuSvim, Eyðrið Mortensen, Karin Midjord og Súsanna Tummasardóttir úr Havnar Svimjifelag og Sólvá A. Sigurðsson úr Ægir.

 

Teir fýra dreingirnir eru Johan Dam úr Havnar Svimjifelag, Hugin Næs Lave og Rói Bech úr SuSvim og Rókur Trygvason úr Ægir.

 

Um somu tíð, tað vil siga 6. til 10. juli er Evropiska Juniormeistarastevnan í Hódmezővásárhely í Ungarn.

 

Til hesa kappingina fara sjey føroyskir svimjarar, fimm gentur og tveir dreingir.

 

Genturnar eru Ásbjørg Hjelm, Jana Bjartalíð Thomsen og Signhild Dánjalsdóttir Joensen úr Ægir, Sára Ryggshamar Nysted úr SuSvim og Vár Erlingsdóttir Eidesgaard úr Havnar Svimjifelag.

 

Dreingirnir báðir eru Marius Ihlen Gardshorn úr Havnar Svimjifelag og Róland Toftum úr Suðuroyar Svimjifelag.