13 føroyingar eru á veg til Curaco oynna í Karibiska havinum, har teir fram til hálvan mai fara at arbeiða umborð á Logos Hope.
Logos Hope er gamla Norrøna, sum nú er skip hjá OM missiónsfelagsskapinum. Fleiri føroyingar hava verið við Logos Hope – eisini á brúnni og í maskinrúminum.
Talan er um maskinmeistarar og maskinsmiðir, sum nú eru á veg umborð á Logos Hope. Setningurin hjá teimum er at umvæla tveir motorar, at gera rørarbeiði og annars fyrifyllandi arbeiði.
Í morgin fara teir úr Keypmannahavn og til Amsterdam haðani teir fara við flogfari beinleiðis til Curaco. Curaco er partur av Niðurlondum, og tí er tað beinleiðis flogsamband millum Amsterdam og oynna í Karibiska havinum.
Føroyska ferðalagið ætlast at vera aftur í Føroyum 16. mai.