Nýggjastu tølini um kommunuskattin hjá vestmenningum vísa munandi hægri inntøkuí ár enn í fjør.
Hetta er ikki fult í samsvar við gongdina í oyggjunum, har skattainntøkan er økt í ár, við undantaki av mars mánaði.
Í Vestmanna komu góðar 2,8 milliónir krónur inn í skatti í fjør, men í ár er inntøkan hækkað við meiri enn 100.000 krónum. Hetta er ein miðalvøkstur uppá 2,19 prosent.
– Vit fegnast um úrslitið, og vóna, at góða gongdin fer at halda fram restina av árinum, verður sagt úr Vestmanna kommunu.
Og tey hava eisini nakað at hava vónirnar í: Væntandi verða fleiri nýggj arbeiðspláss í bygdini um stutta tíð.