100 bilar í samanstoyti

Tvey fólk doyðu, tá umleið 100 bilar endaðu í einum samanstoyti á einum motorvegi í amerikanska statinum Texas. Sagt verður, at 51 fólk vórðu flutt á sjúkrahús, og at átta teirra eru illa løstað.

Vanlukkan hendi í tjúkkum mjørka í útsynning úr býnum Beaumont, og áðrenn løgreglan fekk stundir at steðga ferðsluni, vóru umleið 100 bilar endaðir í einum ruðuleika.

Sambært løgregluni var mjørkin so tjúkkur, at tað gekk ein góð løta, áðrenn løgreglan fekk skil á, hvussu nógvir bilar veruliga vóru uppi í samanstoytinum.