100 milliónir fyri oyggjaleiðir

Oyggjaleiðirnar kosta tí almenna omanfyri 100 milliónir krónur árliga. Dýrast er Suðuroyarleiðin, sum kostar 60 milliónir krónur at reka.

Í Føroyum eru tað almennu Føroyar, sum rinda tað, tað kostar at reka ymsu ferjurnar og skipini, sum flyta fólk og farm millum oyggjarnar. Tað er Strandfaraskip Landsins sum røkir ymsu leiðirnar – og tað skal Strandfaraskip Landsins í størst møguligan mun gera á handilsligum grundarlagi.
Nógv tann dýrasta rutan er farleiðin millum høvuðsstaðin og Suðuroynna – leið 7 millum Tórshavn og Tvøroyri. Henda rutan kostar 88.425.000 krónur. Inntøkurnar av rutuni eru 27.630.000 krónur og harvið kostar tað tilsamans 60.795.00 krónur at reka Suðuroyarleiðina.
Tilsamans vóru játtaðar 147.526.000 krónur til Strandfaraskip Landsins, men úrslitið vísti eitt hall upp á 906.000 krónur. Sambært ársroknskapingum fyri 2012 stóðst hetta í stóran mun av hægri oljuprísum, óvantaðum skaðum, leigu av skipum og so framvegis.

Sandoy og Nólsoy
Hinar leiðirnar, sum Strandfaraskip Landsins umsitur og rekur, kosta eisini nógvar pengar – um ikki heilt so nógv sum Smyril.
At flyta Teistan millum Gomlurætt og Skopun kostaði í fjør tilsamans 23.013.000 krónur. 9.020.000 vóru í inntøkum, so tilsamans kostaði henda leiðin 13.993.000 krónur. Farleiðin um Nólsoyarfjørð er næstan líka kostnaðarmikil. Samlaðu útreiðslurnar fyri rutuna, ið Ternan røkir, er 11.825.000 krónur, men inntøkurnar eru bara slakar tvær milliónir, 1.796.000, so tilsamans kostar Nólsoyarrutan 10.029.000 krónur.

Hinar ruturnar
Hyggja vit skjótt eftir hinum oyggjaleiðunum, so kosta tær eisini nógvar pengar at reka, havandi í huga, at tað ikki eru serliga nógv fólk og farmur, sum hesar leiðir flyta dagliga. Kallsoyarleiðin kostar 4,6 milliónir krónur, Fugloyarleiðin 5,8, Skúvoyarleiðin 1,9 milliónir krónur og Mykinesleiðin 956.000 krónur. Viðmerkjast skal í hesum sambandi, at Ritan, sum røkir farleiðina til Svínoy og Fugloyar, í 2012 fekk ein stóran skaða og at hon í 2011 skifti partar av stálbotninum – tískil kostaði henda farleið munandi meiri at reka hesi bæði árini, enn hon vanliga ger.
Og Mykinesrutan er øðrvísi samanborið við hinar, tí hon er útlisiterað. Tað merkir, at henda leiðin verður rikin privat eftir sáttmála við veitaran.

Grannalond bjóða út
Sama skipan er galdandi fyri partar av rutunetinum á landi, har privat vinnurekandi hava átikið sær uppgávuna at røkja ávísar leiðir. Hetta er galdandi fyri bæði bussar og tyrluflutningin.
Henda skipan, at privat átaka sær uppgávuna at røkja ávísar leiðir, er eitt ógvuliga vanligt og útbreitt fyribrigdi í londunum kring okkum. Hetta ger seg galdandi í eitt nú Skotlandi, Noreg, Danmark, Gotlandi og Íslandi.
Við slíkum skipanum verður avtalað gjørd við ein privatan veitara, har alt verður avtalað niður í minsta staklut: tænastustøði, ferðaprísi, túratal og so framvegis.

Kann ikki bjóðast út
Aðrastaðni á hesum síðum rør stjórin á Smyril Line, Rúni Vang Poulsen, upp undir, at hesin møguleiki átti at verið umhugsaður í Føroyum – at partar av rutunetinum, sum Strandferðslan í dag røkir, verður bjóða út.
Men við galdandi lóggávu er hetta ikki aktuelt fyri til dømis Suðuroyarleiðina, tí í grein grein 4, stykki 2 í løgtingslóg um farma- og fólkaflutning stendur beinleiðis, at tann leiðin – og fleiri við henni – ikki kunnu bjóðast út.

rolant@sosialurin.fo