100 ár síðan Lina Sandell doyði

Í sambandi við at 100 ár eru liðin síðan kendi svenski sangskrivarin og rithøvundurin, Lina Sandell, doyði, var eitt sang- og hugnakvøld í samkomuni, Lívdini, í Hoyvíkar Skúla, seinasta leygarkvøld, har sagt frá søguni um Linu Sandell og sangir hennara vóru sungnir

Lina Sandell var borin í heim 3. okt. 1832. Hon fekk navnið Carolina Wilhelmina, men bleiv vanliga kallað Lina. Lina vaks upp á prestagarðinum í Frøderyd, í tí vakra og romantiska landslagnum í Smálandi.
Foreldur hennara vóru presturin Jonas Sandell og prestadótturin Fredrica Engstrand.
Lina næstyngst av fimm systkjum.

Av tí at Lina frá barnsbeini av hevði ringa heilsu, kom hon ikki at luttaka sum hini børnini í tí húsliga arbeiðinum og heldur ikki í spælinum. Hennara eldorado gjørdist skrivstovan hjá pápanum. Hann helt at henda lítla, veika dótturin hevði tørv á serligari umsorgan. Hon hevði sítt fasta pláss á skrivstovuni, so leingi hon var í Frøderyd. Tað var ein gleði fyri pápan at uppala eitt barn við slíkum áhuga og opnum sinni.
Bert 13 ára gomul kom eitt bókabind við 30 yrkingum og sangum, sum hon kallaði "Barndómsroyndir av Carolinu Sandell 1845". Í hesi bók skrivar hon ikki um tað sum annars upptekur gentur í tí aldrinum, um prinsin á tí hvíta hestinum, og líknandi hugmyndir, nei, her verða heilt onnur evnir viðgjørd, nærum 30 ymisk evnir, um skógin, litirnar í náttúruni, dalarnar, sjógvarnar og ikki minst hennara barnsliga álit á Gudi.
Ein yrking í bókini er um 100 ára gamla asktræðið, sum var kallað Yggdrasil. Tað stóð í prestagarðinum, og her sigst tað, at Lina sat tá hon skrivaði tann vælkenda sangin "Ongin so kann síni varða".

Eitt serligt samband kom at verða millum Linu og pápa hennara. Hetta stóðst fyrst og fremst av, at hon varð búgvandi heima líka til hon var 28 ára gomul, og gjørdist hon soleiðis ein dygg hjálp fyri pápa sín, serstakliga í skrivliga arbeiðinum.

Gjøgnum árini búnaðist Lina meira. Hon er byrjað at lesa útlendskan skaldskap og umsetti bæði týskt og enskt. Andaliga búnast hon eisini í samveruni við pápa sín.

Í árinum 1858 fór Lina við pápa sínum til Gøteborg. Leiðin gekk fyrst í hestavogni til Jønkjøping. Hagani fóru tey við báti. Komin umborð, sótu tey leingi á dekkinum og nýttu ta góða veðri. Lina spurdi pápan, um hann ikki var troyttur, men hann helt, at her var so gott at sita og tosa við Gud. Áðrenn Lina legði seg hetta kvøldið, læs hon sálm 77 "Tann dag eg eri í neyð, søki eg Harran;......Leið tín lá gjøgnum havið, gøtur tínar gjøgnum stór vøtn, fótaspor Tíni kendust ikki."
Hon takkaði Gudi fyri dagin og legði seg í hansara hond.
Tíðliga morgunin eftir, fór Jonas Sandell út á dekkið at njóta útsýnið, tað var nakað av vindi. Hann sendi boð eftir Linu, hon mátti síggja hetta. Á veg upp á dekkið, stendur pápi hennara klárur at taka ímóti henni. Í somu løtu, ger skipið eitt kast á aðra liðuna, og áðrenn Lina fær tíð at hugsa seg um, fer pápin fyri borð. Tað síðsta Lina sá av pápa sínum var hansara gráa hár, sum skjótt bleiv til eitt við tær høgu aldurnar.
Hon var sum runnin í stein. Men hvat var tað hon hevði lisið kvøldið fyri í Bíbliuni?...Leið tín lá gjøgnum havið, gøtur tínar gjøgnum stór vøtn, fótaspor Tíni kendust ikki.
Fáar dagar seinri bleiv líkið av Jonas Sandell funnið.
Tað var sum um øll gleðin hvarv úr lívinum hjá Linu og hjá øllum á garðinum. Lina kennir seg fremmanda í Frøderyd eftir at pápin er farin.
Nakað eftir hettar missir Lina mammu sína. Lina skrivar..."Fyri hvørja ferð, Harrin tekur onkran av okkara kæru frá okkum, tykist tað sum um, at sýni gerst klárari.

Lina verður í brævi frá Evangeliska Fosterlands-stiftelsen, biðin um at koma í tænastu har, sum eitt nú týðari til høvundavirksemi og onnur verkevni. Fosterlands-stiftelsen, sum útinnti víðfevnt andaligt virksemi, visti at henda prestadótturin úr Smálandi, var bókmentaliga serstakliga gávurík. Eftir drúgva og álvarsama umhugsan, tók hon við starvinum.

Hetta hevði við sær, at hon flutti til Stokholm at búgva. Her kom hon at kenna nógv fólk og fekk virðismiklar vinir sum Carl Oluf Rosenius, og gjørdist hon eisini vinkona við Eugenie prinsessu og Soffíu Drotning, sum báðar høvdu játtað trúgv á Harran. Hesar vóru eisini væl fyri bókmentaliga.

À kongsborgini, har andaktir vórðu hildnar, kom hon at hitta stórkeypmannin Carl Oscar Berg og sum 35 ára gomul giftust tey. Tey búsettust í Stockholm. Heim teirra var eitt sera opið heim. Saman komu tey at gera eitt stórt arbeiði millum sjómenn og arbeiðarar. Av mongu átøkunum hjá Oscari, syrgdi hann fyri, at eitt Sjómansheim varð stovnsett í Stokholm. Har umframt legði hann seg eftir at gera eitt serligt arbeiði fyri fólk, sum vóru høvdu rúsdrekkatrupulleikar. Saman fingu tey eitt gevandi samstarv, sum kom at hava stóra ávirkan víða um í Svøríki, og ikki minst á umhvørvið niðri við havnina í býnum.
Eisini gav Lina sær tíð til at skriva og nú var hon eisini byrjað at umseta bókmentir úr enskum til børn og ung. Eisini í teimum fyrstu svensku barnabløðunum, eigur Lina sín part. Eftir eina ferð í Onglandi, byrjaði hon beinanvegin at útgeva blaðið "Vinur Barnana", sum var ein serlig gáva til sunnudagsskúlabørn. Hóast Lina hesa tíðina ofta lá leingi sjúk, hevur hon skrivað og givið av sær sjálvari - meira enn tey flestu.
Eisini tók hon børnini hjá systur sínari til sín at búgva. Lina og Oscar fingu ongi børn sjálvi.
Hesi árini var eisini tætt samband millum Linu og prinsessu Eugenie. Prinsessan fylgir við og stuðlar Linu í øllum, sum hon fæst við. Teirra felags andaligi áhugi er við til at knýta eitt tætt vinarband teirra millum. Umleið 50 brøv frá brævaskiftinum teirra millum, eru goymd á bókasavninum á lærda háskúlanum í Lund.
Árið tá Lina fylti fimti, byrjaði hon at savna allar sínar sangir og at geva teir út. Hettar var ikki so lætt, tí hon hevði ikki sjálv allar sangirnar, so nú mátti hon í gongd við at finna teir úr gomlum bløðum og bókum. Hon greiddi úr hondum ikki færri enn 2000 yrkingar og sangir og gav út 144 bøkur og kom í svensku søguna sum fyrsti kvinnuligi forlagstjóri.
Í føroyskum sálmabókum eru nógvir sangir hjá Linu Sandell sum t.d. í sálmabókini hjá føroysku fólkakirkjuni, Missiónssangbókini og í Songbók Guds. Vit hava í fleiri førum tvinnar føroyskar týðingar av sangum hennara.

Í 1899 gjørdist Lina so mikið sjúk, at hon ongantíð veruliga kom fyri seg aftur. Síðani fylgdi ein tíð, har hon sat í rullustóli og hon merkti á sær, at minnið sveik, og at hon ikki fekk sett orð á sínar tankar, hvørki í talu ella á skrift.
Um morgunin, 27. juli 1903, fór hon stillisliga, sum eitt lítið ljós ið brennir út. Seinastu orð hennara vóru: " Nú fóru allar sorgir"
Yvir 1000 fólk fylgdu henni til gravar á Solna Kirkjugarðinum í Stokhólmi. Eitt stórt kór sang sangir hennara, og saman við kórinum sang fólkið "Ongin so kann síni varða".
Í 1953 varð standmyndin hjá Axeli Wallenberg av henni reist í urtagarðinum í Frøderyds prestagarði, og heimið varð gjørt til eitt savn - eitt minni um Carolinu Sandell Berg.
Tað sum er mest hugtakandi við Linu Sandell er, at í øllum lívsins umstøðum tók hon Gud við. Onki var ein sjálvfylgja og onki var hennara æra. Hennara barnsliga álit á Gudi, sum eisini týðuliga kemur fram í hennara sangum, er eisini undrunarvert.

Íblásturin at skrivað, fekk hon ofta frá talum sum hon hoyrdi.
Tað var á teimum stillu náttartímunum, tá hon ikki sovnaði, at sangirnir komu til hennana, ofta mest sum liðnir. Tí hevði hon altíð talvu og griffil liggjandi á
náttborðinum.
Enn í dag eru sangirnir hjá Linu Sandell Berg viðkomandi og livandi.

Myndatekstur:

Seinasta leygarkvøld var sang- og hugnakvøld í Hoyvíkar Skúla. Anna Háberg sigur her frá søguni um Linu Sandell. Møblarnir ímynda skrivstovuna hjá Jonas Sandell, har Lina Sandell havði sítt fasta pláss