100 ár við Tjóðsanginum

Yrkingin ?Tú alfagra land mítt? við yvirskriftini ?Mítt alfagra land? er til á Føroya Landsbóksavni í eginhandriti hjá Símuni av Skarði, sum er dagfest 1. februar 1906. Fyrstu ferð ?Tú alfagra land mítt? kom á prent, var í Tingakrossi 8. januar 1908.

Uppi yvir tekstinum er tilskilað, at lagið er eftir Petur Alberg, og niðriundir er í fótnotu sagt frá, at sangurin hevði verið sungin á konsert í Havn annan jóladag. 26. desember.

Fyri júst 100 árum síðani í dag - 2. jóladag, 1907 - kom ?Tú alfagra land mítt? sostatt fyrstu ferð út millum manna.