Komandi vikuskiftið 26. - 28. mars skipar Blái Krossur Føroya fyri árliga aðalfundinum, sum í ár verður hildin í missiónshúsinum á Glyvrum. Evnið fyri aðalfundin er »Blái Krossur Føroya 100 ár« í sambandi við, at tað í ár eru 100 ár síðani, at Blái Krossur festi rót í Føroyum. Og fyri at hátíðarhalda 100 ára føðingardagin, verður gjørt eitt sindur meira burturúr enn vanligt. Alt vikuskiftið verður skipað fyri nógvum áhugaverdum og spennandi tiltøkum, bæði fyri ung og eldri og Blái Krossur leggur dent á, at øll tiltøkini eru almenn, so øll eru hjartaliga vælkomin, bæði blákrosslimir og ikki blákrosslimir?
Ungdómsløta við pizza
Tiltøkini byrja longu fríggjakvøldið kl. 20.00 við eini ungdómsløtu, har Torleif Johannesen talar, Jákup & Mariann syngja og filmur verður vístur. Seinni um kvøldið verður bjóðað til pizzabuffé v.m. Leygarmorgunin kl. 11.00 verður ein afturlítandi áhugatími, har Jóhs. Andr. Næs fer at greiða eitt sindur frá blákrossøguni. Eftir døgurða kl. 14.00 verður sjálvur aðalfundurin á skránni, har skráin verður smb. viðtøkum felagsins. Kl. 16.00 verður skipað fyri einum spennandi pallborðið, har evnið er "Rúsdrekkamentanin um 20 ár". Við pallborðið sita umboð fyri Bláa Kross, Fráhalds-ráð Føroya og Jógvan á Lakjuni, mentamálaráðharri.
Veitsludøgurði
Leygarkvøldið kl. 19.00 verður, sum nakað heilt serligt, skipað fyri einum spennandi veitslu-døgurða í sambandi við, at Blái Krossur fyllir 100 ár. Á skránni verður bæði gaman og álvara m.a. fer Bergur D. Joensen, prestur at hugleiða um evnið "Kristintrúgv og sosialábyrgd", ymiskir sangbólkar luttaka við sangi og spæli, Jacob Højgaard fer at líta aftur á ymiskt, ið hann hevur upplivað sum blákrossari og Egil Olsen fer at skipað fyri undirhaldi.
Familjumøti við føðingardagsgávum
Sunnumorgunin kl. 11.00 verður gudstænasta við altargongd í Glyvra kirkju, har prestarnir Sverri Steinhólm og Meinhard Bjartalíð luttaka. Kl. 14.00 verður familjumøti - eisini í Glyvra kirkju - við luttøku av m.a. Annelisu Rasmussen, Anngelu og barnakóri. Øll børn fáa eisini eina spennandi føðingardagsgávu frá Bláa Krossi!!!
Hugnalig samvera
Tiltøkini í sambandi við 100 ára aðalfundin enda sunnukvøldið kl. 18.00 við hugnaligari samveru, har skráin eisini er fjølbroytt og spennandi: Nýggi aðalskrivarin í heimamissiónini Vagn Foldbo talar um evnið: "Guðs kærleiki til menniskju, okkara kærleiki til næstan". Frágreiðing um arbeiðið hjá Bláa Krossi verður framløgd saman við framtíðarætlanum og kór úr Leirvík luttekur. Sverri Steinhólm, landsnevndarformaður endar og innsavnan verður til blákrossarbeiðið.