Tað var mánadagin 6. Juli 2009, at ein bóndi í Suðurstreymi varð meldaður til løgregluna, fyri at hava latið ein av hundum sínum staðið bundnan til ein pela í mista lagi í 10 tímar.
Hundurin hevði styttri boð enn teir kravdu fimm metrarnar, og hann hevði hvørki atgongd til vatn ella lívd, og hetta er brot á hundalógina.
Eitt vitni greiddi frá, at hann var farin út í garðin at snøgga um einafeð eftir døgurða, og hevði tá hoyrt hundin hvína. Tá hann fór innar til nátturða tók hann kikaran og sá tá, at talan var um ein hund, sum stóð bundin til ein pela einar 200 metrar frá har, vitnið búðið.
Tá vintið fór innar aftur og so smátt gjørdi seg til at fara til songar, stóð hundurin framvegis har og hvein, og tí fór hann yvir til grannan, sum eisini var bóndi at vita, um hetta var hansara hundur. Tað var tað ikki, men hesin bóndin tók hundin inn fyri náttina.
Ákærdi bóndin greiddi frá, at hundurin varð fluttur, og at hann hevði havt eina sjúka kúgv at taka sær av í fjósinum. Tá hann kom eftir hundinum seinni um kvøldið, var hann burtur.
Ákæri í málinum var Tønnis Wardum, og hann undirstrikaði, at bóndin var ikki ákærdur fyri djórapínslu, men fyri brot á hundalógina. Hann mælti til 1.000 krónur í bót, og tað helt dómarin var rímiligt.
Bóndin bað um 14 dagar at umhugsa, hvørt hann skuldi kæra málið inn fyri hægri rætt.