1000 krónur fyri hálva tíð í barnagarði

Tilboðið verður skipað í einari royndartíð frá tí, at skúlin byrjar aftur eftir summarfrítíðina 2021.

 

 

 

Í Tvøroyrar kommunu hava tey nú eitt nýtt royndartilboð til foreldur, sum hava børn í barnagarði í kommununi. 

 

Tað var á fundi hin 27. mai í ár, at býraðið eftir tilmæli frá fíggjarnevndini samtykti einmælt at bjóða barnaansing í Mýrifípuni í hálva tíð.

 

- Sambært samtyktini er galdandi, at tilboðið skal verða í samráð við stovnsleiðaran, Kari Petersen, og tilboðið verður skipað í einari royndartíð frá tí, at skúlin byrjar aftur eftir summarfrítíðina 2021.

 

Í Tvøroyrar kommunu vísa tey á, at gjaldið fyri ansingina í hálva tíð er ásett til at vera 1000 krónur um mánaðin.

 

Um fólk ynskja at taka av tilboðnum, er neyðugt at siga frá í seinasta lagi ein mánaða frammanundan, og uppsøgn av tilboðnum skal eisini verða stovnsleiðaranum í hendi í seinasta lagi ein mánað frammanundan.