Enn eru 1000-krónuseðlar fyri umleið 1,4 milliardir krónur í umfari, eftir at danski 1.000 krónuseðilin gjørdist ógildugur leygardagin.
Tað boðar Tjóðbankin frá í fráboðan í dag.
Føroyski 1.000 krónu seðilin er tó varðveittur.
Leygardagin var seinasti dagur, har 1000-krónu seðlar og seðlar úr eldri seðlarøðum vóru galdandi.
Tá boðað varð frá broytingini í november fyri hálvum øðrum ári síðani vóru 1000-krónuseðlar fyri 21,1 milliardir krónur í umfari.
Fram til 31. mai 2025 eru 1000-krónuseðlar fyri umleið 19,7 milliardir krónur komnir inn.