Í 2017 rindaðu føroyingar tilsaman 3,23 milliardir krónur í kommunuskatti og landsskatti. Tað vísir fyribilsuppgerðin hjá Taks.
Inntøkurnar hjá kommununum av skatti vóru 354 milliónir hægri, enn landsskatturin var. Tá verður ikki roknað við kirkjuskatti og eftirlønarskatti.
Samantaldi landsskatturin var 1.438.865.676 krónur. Vøksturin var 49,9 milliónir krónur ella 3,59 prosent.
Samantaldi kommunuskatturin var 1.792.867.987 krónur. Vøksturin var 101,6 milliónir ella 6,01 prosent.
Meirinntøkan í samantalda kirkjuskattinum var 2,4 milliónir ella 4,49 prosent. Samlaði kirkjuskatturin var 55,79 milliónir krónur.
Meirinntøkan í eftirlønarskattinum var 27,5 milliónir krónur, sum svarar til 9,19 prosent. Samlaði eftirlønarskatturin var 326,8 milliónir krónur.