101 ára gomul væntar Tottenham vinnur Premier League

(Kykmynd) 101 ára gamla Irene McBride hevur verið á White Hart Lane og stuðla Tottenham síðani 1927

Fótbóltur hevur søgur, sum eru ringar at kappast við (orsaka aðrar ítróttargreinir).

 

Ein av teimum ótrúligu søgunum er um 101 ára gomlu Irene McBride, sum hevur verið á White Hart Lane leikvøllinum og stuðla Tottenham síðani 1927, also tvey áðrenn krakkið í Wall Street, og 12 ár áðrenn seinna heimskríggj brast á.

 

Og 101 ára gamla Irene McBride hevur eini greið boð til Leicester og Claudio Ranieri, at Tottenham verður liðið, sum fer avstað við meistaraheitinum. Seinast tað eydnaðist Tottenham at vinna enska meistaraheitið var Irene McBride 46 ára gomul. Hetta var í 1961. Tá gjørdist Jimmy Greaves tann størsti spælarin hjá Tottenham í hennara hjarta, men nú hevur Jimmy Greaves fingið harða kapping frá Harry Kane.

 

Irene McBride dugir at siga frá. Um onkur áskoðari á White Hart Lane reisir seg upp frammanfyri henni, og hon einki sær, so sigur hon hvast við viðkomandi: Set teg niður. Eg havi ikki goldið pening fyri at síggja ryggin hjá tær.

 

Sonurin og abbasonurin plaga at koyra Irene til heimadystirnar hjá Tottenham. 

 

TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og síggj eitt lívsjáttandi innslag frá SkySports um 101 ára gomlu Irene McBride.