105 íðkarar fara til oyggjaleikirnar

Í døgunum 6. til 12. juli 2019 verða Oyggjaleikir aftur á skránni. Hesuferð verða leikirnir hildnir á Gibraltar. 105 ítróttafólk fara at umboða Føroyar í tíggju ítróttagreinum. Tær eru: Frælsur ítróttur, badminton, kurvabóltur, súkkling, judo, skjóting, svimjing, borðtennis, tennis og triathlon.

 

Endaligu hóparnir í ymsu ítróttagreinunum verða úttiknir fyrst í mai mánaða.

 

Vert er at leggja merki til, at flogbóltur, bogaskjóting, fimleikur og golf ikki eru ein partur av leikunum hesuferð.  Hesar ítróttargreinarnar hava verið ein fastur partur av oyggjaleikunum í mong ár.

 

Judo, sum ikki hevur verið við seinastu leikirnar er nú aftur við.

 

Ferðalagið fer við Atlantic Airways úr Føroyum tann 3. juli og verður heima aftur í Føroyum aftur tann 13. juli.