Myndugleikarnir í Ný Sælandi siga nú, at 107 grindahvalir, sum gjørdu landgongd á einari fjarskotnari strond, eru deyðir. Teir flestu doyðu av sær sjálvum, men teir seinastu 48 máttu avlívast, skrivar tíðindastovan AP.
Tað var av tilvild, at fólk varnaðust hvalirnar niðri í fjøruni. Tey boðaðu alt fyri eitt myndugleikunum frá, og tá bjargingarfólk komu á staðið, vóru næstan helvtin av hvalunum longu deyðir.
Sagt verður, at hvalirnir vóru komnir væl niðanfrá, og av tí at tað fjaraði, var tað vónleyst hjá bjargingarfólkunum at fáa teir omanaftur, skrivar AP.