Løgreglan í Wales er farin at kanna umstøðurnar í sambandi við, at ein 107 ára gomul kvinna og 69 ára gamla dóttur hennara eru funnar deyðar heima við hús í býnum Builth Wells.
Sky News sigur, at møðgurnar vórðu funnar deyðar mánadagin, og at løgreglan hevur illgrunað um, at tær eru deyðar av kolsýrueitran. Hetta er tó ikki staðfest enn.
Sambært Sky News doyggja umleið 50 bretar av kolsýrueitran árliga. Onnur 200 fáa mein av somu orsøk. Hetta eru fólk, sum brúka kol, við ella gass sum brenni. Í einum afturlatnum rúmi kann login taka alt súrevnið, og tað ger, at luftin verður metta við kolsýru, sum ikki sæst, og sum heldur ikki luktar.