Eftir lønardagin í síðstu viku valdu nógv foreldur í grønlendsku kommununi Aasiaat, at liggja í spritti um vikuskiftið Tá fólk fingu mánaðarløn sína útgoldna í síðstu viku, nýtti mong foreldur høvið, at leggja seg í spritt fyri alt vikuskiftið sum tað var. Og í Aasiaat kommunu var skilið so ringt, at myndugleikarnir tvangsfluttu 11 børn leygardagin og sunnudagin.
Foreldrini drukku seg snøgt sagt frá øllum viti og skili, og vóru heilt einfalt ikki før fyri, at taka sær av børnum sínum, sigur grønlendska útvarpið, KNR.
- Talan hevur verið um eina ógvusligt drykkjuvikuskifti, og tað hava ikki bert verið ungfólk. Tað hava eisini verið grannvaksin fólk og barnafamiljur, sigur støðleiðarin á Aasiaat løgreglustøðini, Gert Jakobsen, við KNR
Í einum føri hótti ein pápi at trimum við at gera sjálvmorð við einari løddari riflu. Tíbetur fyri børnini datt pápin av, og tá løgreglan kom fram, spældu børnini á loftinum, meðan pápin lá avdottin niðriundur.
Mamman var líka full sum pápin, so løgreglan tók tey trý børnini og tvangsflutti tey, veit KNR at siga