11 gentur frá summarlegu enn saknaðar eftir vatnflóð í Texas

Ein summarlega í Texas er eitt av harðast raktu økjunum eftir vatnflóð, sum hevur kravt minst 67 mannalív.

Sovihøli og smáttur vóru floymd undir vatni á Mystic Camp undir nógva regninum mikudagin. - Mynd: Sergio Flores/Reuters

Leitingin eftir teimum, sum yvirlivdu, heldur fram eftir stóru vatnflóðina, sum hendi fríggjadagin í nógvum regni í amerikanska statinum Texas.

Millum tey saknaðu eru 11 gentur, sum vóru á summarleguni Camp Mystic, tá Guadalupe-áin, sum liggur nærhendis, rann yvir áarbakkarnar og floymdi leguna. Eisini manglar ein ráðgevi frá leguni.

Tað siga CNN og tíðindastovan Reuters frá.

Talið av staðfestum deyðum hevur verið støðugt vaksandi síðani fríggjadagin og kom upp á í minsta lagi 67 leygardagin. Millum tey deyðu eru 21 børn.

Fleiri av børnunum, sum doyðu, vóru luttakarar á Camp Mystic, sum er ein kristin summarlega, skrivar Washington Post.

Vatn úr ánni Guadalupe fløddi yvir leguna, meðan børnini sóvu í smáttum. Lágtliggjandi smátturnar vóru floymdar av móruvatni.

Legan liggur í Kerr County, har tilsamans eru 59 staðfest deyð.

Eftir vatnflóðina vóru millum 23 og 25 gentur saknaðar. Onkur er síðani funnin á lívi.

Ógreitt er júst hvussu nógvar av gentunum eru staðfestar deyðar.

Hini, sum lótu lív í sambandi við vatnflóðina, vórðu funnin í øðrum pørtum av Texas í Travis County, Burnet County og Kendall County.

Amerikanski forsetin, Donald Trump, skrivaði fyrr í dag undir neyðyvirlýsing orsakað av flóðalduni.

Samveldisneyðhjálpin varð síðani virkin, soleiðis at hon kann senda hjálp til bjargingarfólk í Texas, skrivar amerikanska innanríkismálaráðið í eini fráboðan.

Hósdagin gav amerikanska veðurstovan eina hóvliga ávaring um vandan fyri vatnflóð í Texas.

Men veðurtænastan megnaði ikki at siga frammanundan, hvussu stór flóðaldan var, sum rakti mikukvøldið, viðgekk innanríkisráðharrin, Kristi Noem, sambært Reuters.

Trump-stjórnin hevur avtikið túsundtals størv í samveldisdeildini, sum veðurstovan er partur av.

Sambært Reuters hevur flóðaldan í Texas fingið fleiri serfrøðingar at reisa spurningin um, hvørt undirmanning var ein stuðlandi faktorur í, at veðurstovan ikki segði frammanundan, hvussu nógvari flóðaldu Texas fór at verða rakt av fríggjadagin, og harvið ikki ávaraði íbúgvarnar frammanundan.

Higartil er orsøkin ikki kend.

 

/Ritzau/

 

Sovihøli og smáttur vóru floymd undir vatni á Mystic Camp undir nógva regninum mikudagin. - Mynd: Sergio Flores/Reuters