Tað eru Elin á Rógvu og Kjartan Hansen, sum eru stigtakarar til tiltakið sum verður í Miðlahúsinum í annaðkvøld. Á skránni verður yrkingar og tónleikur. Yrkingar hjá 11 yrkjarum verða lisnar verða lisnar upp, og Búi Dam fer at spæla tónleik inn í millum.
Skápsyrkjarar
Elin á Rógvu yrkir ikki sjálv, men hon metir at okkurt má henda á hesum økinum. - Tað byrjaði við, at Kjartan vísti mær eina yrking hann hevði gjørt. Vit prátaðu so aftur og fram um hana, og um at yrkja. Niðurstøðan vit komu fram til var, at tað helst er ein rúgva av fólkum sum yrkja fyri seg sjálvi, men ongantíð vísa tær fyri øðrum ella lesa tær upp. Tí hildu vit, at tað kundi verið stuttligt at savna nøkur heilt tilvildarlig fólk, sum tó hava tann felagsnevnara, at tey yrkja, men ikki hava givið nakað út. Skápsyrkjarar, kunnu vit kalla tað, heldur Elin skemtandi fyri.
Elin og Kjartan søgdu sínum vinfólkum frá um hugskotið. Tey søgdu tað síðani víðari til síni vinfólk, sum søgdu tað víðari. Soleiðis hevur tað eydnast teimum at fáa 11 yrkjarar millum 17 og 35 ár, at lesa og fáa sínar yrkingar lisnar upp í Miðlahúsinum í annaðkvøld.
Millum tey 11, sum fara at lesa upp, eru fleiri, sum lesa egnar yrkingar. Men so er tað onkur sum er burturstaddur og ikki fáa lisið upp sjálvi, men gjarna vilja hava sínar yrkingar lisnar upp. Til tað hava tey millum annað fingið Sólvu Jónsdóttir, Thomas Koba og Øssur Winthereig.
Hoyra hvønn annan
Høvuðsorsøkin til tiltakið er tann, at Elin og Kjartan halda, at tað átti at verið áhugavert hjá yrkjarunum at hoyra hvønn annan. Og ikki minst at lesa sínar yrkingar upp fyri øðrum, tí yrkingar eru jú nakað heilt persónligt nakað, vísir Elin á Rógvu á. - Hjá nógvum er tað eitt ógvuliga stórt stig at taka, at lesa sínar yrkingar upp, men hetta er ein góður møguleiki fyri at vera hoyrdur og hoyra onnur, sigur ein av fyriskiparunum.
Tónleikur og málningar
Stigtakararnir Elin og Kjartan eru greið yvir, at tað kann gerast tungt at lurta eftir yrkingum eitt heilt kvøld. Tí hava tey sett eitt hámark, sum sigur tríggjar yrkingar í part. Og fyri at yrkingarnar kunnu sodna eina løtu, og ikki alt skal svølgjast í einum, hava tey fingið Búa Dam at spæla inn í millum.
Eisini hava tvær damur gjørt vart við seg hjá Elini og Kjartani og spurgt, um tær ikki kunnu sleppa at hava hvør sín málning hangandi meðan tiltakið er.
Aftrat teimum 11 yrkjarunum og Búa Dam, hava tey fingið Petur Pólson inn, sum gestalesara. Hann fer at lesa egnar yrkingar upp, og er einasti av luttakarunum, sum hevur útgivið yrkingar áður.
Fyriskipararnir vóna at fólk vísa tiltakinum áhuga, og ongantíð betur, um onkur av teimum etableraðu yrkjarunum eisini er millu áhoyrararnar, tí hvør veit, um teir ikki eisini kundu fingið íblástur frá hesum ungu og óspiltu yrkjarunum.