Sosialurin skrivar tann 28. mars 1990, at 1100 fólk lata pening til leguhúsið, sum Hin Kristiliga Heimamissiónin letur byggja í Nesvík. Húsið, sum er mett til at kosta millum 25 og 27 milliónir krónur at byggja, verður eftir ætlan liðugt næsta ár. Ásbjørn Joensen, landsskrivari hjá heimamissiónini og limur í bygginevndini fyri húsið sigur, at umleið 1100 fólk flyta pening fast hvønn mánað til leguhúsið.
Blaðið skrivar eisini at vit hava sjálvi skyldina av ódnunum, ið hava verið seinastu tíðina, sum eftir øllum at døma koma av dálking.
Eisini skrivar blaðið, at Heri Smith hevur eina framsýning við blýantstekningum í Smiðjuni í Lítluvík. Útlit eru at Klaksvíkar Kommuna heilt skjótt kann fara undir at byggja læknamiðstøð í miðbýnum, og nýggja Sløkkiliðsstøðin í Sundalagnum hevur havt sína fyrstu stóru uppgávu, tá eldur kom í ein sethús í Hvalvík.
Kelda: Sosialurin 28. mars 1990