Menendez beiggi verður ikki royndarleyslatin

Erik Menendez, sum saman við beiggja sínum varð dømdur fyri at hava dripið foreldrini í 1989 í Beverly Hills í Kalifornia, hevur fingið áheitanina um royndarleyslating noktaða.

54 ára gamli Erik Menendez fekk í gjár noktað áheitanini um royndarleyslating. - Mynd: -/Ritzau Scanpix

Avgerðin tók royndarleyslatingarnevndin í Kalifornia í gjár, skrivar tíðindastovan Reuters.

Menendez-brøðurnir vórðu dømdir í 1996 fyri at hava skotið og dripið foreldrini, José og Kitty Menendez, í heiminum í Beverly Hills 20. august 1989.

Lyle Menendez var tá 21 ára gamal, meðan Erik Menendez var 18 ára gamal.

Teir hava játtað drápini og hava sitið í fongsli í 35 ár.

54 ára gamli Erik Menendez kann ikki søkja um leyslating aftur fyrr enn um trý ár.

 

/Ritzau/

 

54 ára gamli Erik Menendez fekk í gjár noktað áheitanini um royndarleyslating. - Mynd: -/Ritzau Scanpix