Henda myndin er ikki frá russiska álopinum á ukrainska ídnaðarbýin, Nikopol, í kvøld, har tvey fólk lótu lív, men frá øðrum álopum, sum russar eirindaleyst hava framt móti ukrainska fólkinum.

12 ára gomul genta og 25 ára gomul kvinna dripin

Russar halda fram við at terrorisera ukrainska samfelagið, og heldur ikki í kvøld fingu ukrainar frið at liva

 

Henda myndin er ikki frá russiska álopinum á ukrainska ídnaðarbýin, Nikopol, í kvøld, har tvey fólk lótu lív, men frá øðrum álopum, sum russar eirindaleyst hava framt móti ukrainska fólkinum.

Ein tólv ára gomul genta og ein 25 ára gomul kvinna vórðu dripin í einum russiskum dronuálopi á ukrainska býin, Nikopol, í kvøld.

 

Tað upplýsa ukrainskir myndugleikar. 

 

- Gentan og kvinnan, sum lótu lív í álopinum, sótu í einum bili, sum varð raktur. Í bilinum var eisini eitt fýra ára gamalt barn og ein 25 ára gamal maður, sum bæði fingu løstir.

 

Hetta skrivar guvernørurin í ukrainsku Dnipropetrovsk-regiónini, Serhij Lysak, á Telegram í kvøld.

 

Sagt verður, at russar brúktu sonevndar kamikaze-dronur í álopinum.

 

Nikopol, sum er ídnaðarbýur, liggur í syðra parti av Zaporizjzja-regiónini.

 

Býurin liggur vestaru megin Dnipro-ánna og beint yvir av stóra Zaporizjzja-kjarnorkuverkinum, sum russar hertóku tíðliga í krígnum.

 

##med2##

 

Í kvøld veit Reuters eisini at siga, at ein íbúðarblokkur í ukrainska býnum, Kharkiv, er raktur í russiskum rakettálopi í kvøld.

 

Kharkiv er næst størsti býur í Ukraina og liggur lutfalsliga tætt upp at markinum til Russlands.

 

Borgarstjórin í Kharkiv, Ihor Terekhov, sigur sambært Reuters, at í minsta lagi 12 fólk hava fingið løstir í russiska álopinum í kvøld.

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Henda myndin er ikki frá russiska álopinum á ukrainska ídnaðarbýin, Nikopol, í kvøld, har tvey fólk lótu lív, men frá øðrum álopum, sum russar eirindaleyst hava framt móti ukrainska fólkinum.

Guvernørurin í ukrainsku Dnipropetrovsk-regiónini, Serhij Lysak